Lýsing
Heimatænastan í Roðanum søkir eftir tveimum røktarstarvsfólkum til heimahjálparabólkin.
Talan er um tvey størv á starvsbrøki 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna. Vit eru tó opin fyri at gera tillagingar í starvsbrøkinum, um ynski er um tað. Annað starvið er farloyvisstarv frá 1. januar 2024 til 1. januar 2025.
Arbeitt verður í skiftandi dag,- og kvøldvaktum og 2. hvørt vikuskifti. Størvini eru til setan frá 1. januar 2024 ella sum skjótast.
Heimahjálp verður veitt borgarum, sum hava tørv á persónligari og praktiskari hjálp, umsorgan, røkt og stuðli við endamálið at fyribyrgja sjúku, stimbra sálarligu og likamligu heilsu og trivnaði borgarans. Málið er at viðlíkahalda førleikar og endurmenna mistan førleika, - og soleiðis stimbra møguleika hins einstaka at klára seg í egnum heimi.
Førleikar
- Útbúgving sum heilsurøktari
- Útbúgving sum heilsuhjálpari
- Áhuga at veita eldri borgarum hjálp og røkt
- Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
- Evni at samskifta í skrift og talu
- Hug at arbeiða sjálvstøðugt í tvørfakligum toymi í menning
- Jaligan hugburð
- KT-førleika á brúkarastøði
- Koyrikort
Hevur tú royndir við at arbeiða við fólki, her undir eldraøki, ert tú eisini vælkomin at søkja, hóast tú onga útbúgving hevur.
Vit bjóða tær
- Góða upplæring
- Spennandi og mennandi gerandisdag
- Ávirkan á menningina av tænastum
- Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
- Møguleika at seta tín dám á
Setanarviðurskifti
Størvini verða lønt sambært sáttmála við KAF og avvarðandi fakfelag.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Kristbjørg Toftegaard, deildarleiðara í heimatænastuni Telefon 793304 ella við telduposti til kristbjorgt@rodin.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”røktarstarvsfólk til heimatænastuna”
Umsóknarfreistin er 6. desember 2023.