Lýsing
Vit sóknast eftir
Røktarstarvsfólki í fast starv til Uppistovu á Norðoya Røktarheimi at byrja skjótast til ber. Setanarbrotið verður eftir avtalu og arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.
Á Uppistovu búgva 14 búfólk. Høvuðsendamálið við starvinum er at tryggja búfólkunum stuðul, umsorgan, røkt og sjúkrarøkt við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka.
Førleikakrøv og karmar
Ynskiligt er, at tú hevur útbúgving sum heilsuhjálpari ella heilsurøktari, men tú ert eisini vælkomin at søkja, hóast tú ikki hevur eina av hesum útbúgvingum.
Vit vænta, at tú leggur orku í at tryggja eitt gott samskifti við búfólk, avvarðandi og starvsfelagar, eins og í samstarvi tvørtur um fak og eindir, har tú lutar tína vitan og gert títt til at finna smidligar og góðar loysnir, sum stuðla undir ein tryggan gerandisdag. Eisini verður væntað, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, ert fyrikomandi, ábyrgdarfull/ur og ert við til at skapa eitt jaligt arbeiðsumhvørvi.
Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðari upplæring og nógvum fakligum avbjóðingum.
Fyri at stuðla undir tína heilsu stendur tær í boði at venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven og Virka’.
Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmálum millum KAF og Heilsuhjálparafelag Føroya ella Heilsurøktarafelagið.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Alisu Joensen, deildarleiðara, á tel. 793430 ella við telduposti á alisaj@nbh.fo.
Skrivlig umsókn, við avritum av møguligum prógvum, góðkenning v.m., verður at senda til Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík, ella við telduposti til nbh@nbh.fo.
Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 25. september 2025.