Lýsing
Søkt verður eftir:
Einum heilsurøktara ella heilsuhjálpara í fast starv á starvsbrøki 0,7, svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í kvøldvaktum og 2. hvørt vikuskifti. Møguleiki er fyri at atbeiða 3. hvørt vikuskifti.
Einum sjúkrarøktarfrøðingi fyri sjúkrarøktarfrøðing í farloyvi. Starvsbrøkurin er 0,925 svarandi til 37 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í dag og náttarvaktum og 2. hvørt vikuskifti.
Førleikakrøv
- Prógv og góðkenning sumsjúkrarøktarfrøðingur
- Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
- Prógv sum heilsuhjálpari
- Áhuga at arbeiða við eldri
- Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
- Góð evni at samskifta í skrift og talu
- Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind í menning
- KT-førleika á brúkarastøð
Vit bjóða tær
- ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
- ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
- eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
- møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Roðanum
- Søkja skikkaðir umsøkjarar ikki størvini, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.
Setanarviðurskifti
Fasta starvið er til setan sum skjótast og farloyvisstarvið er til setan frá 1. november 2025 til 31. oktober 2026.
Størvini verða lønt sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Randarsól Kristiansdóttir, deildarleiðara í Miðstovu. Telefon 290208 ella við telduposti til randarsolk@rodin.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ” Miðstova”.
Umsóknarfreistin er 28.august 2025.