Lýsing
Brennir tú fyri rørslu og sansastimbran? Vit søkja eftir starvsfólki, sum skal standa fyri at menna og viðlíkahalda kropsligu førleikarnir hjá borgarunum sum til dagligt koma á Virkni.
Um starvið
Talan er um eitt fast starv 32 tímar um vikuna at seta 01.03.2023 ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður gerandisdagar millum kl. 8.00 og 16.00. Starvsstaðurin er í Havn.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar og snúgva seg í høvuðsheitum um at virka fyri, at borgarin mennist sálarliga og kropsliga gjøgnum sansastimbrandi tiltøk og skapandi arbeiði. Vit arbeiða við støði í KRAP, sum er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har vit tilvitað arbeiða viðurkennandi við støði í sterku síðum borgarans. Uppgávurnar fevna eisini um persónliga røkt.
Tú fert at hava tína dagligu gongd í einum rúmligum og vælútgjørdum rørslurúmi, har borgararnir koma til ymiskar kropsligar venjingar og sansastimbrandi tiltøk.
Hetta er eitt áhugavert og gevandi starv, har tú í høvuðsheitum hevur ábyrgd av, í tøttum samstarvi við starvsfólkunum, at leggja til rættis og standa fyri at hava eitt vælvirkandi rørslurúm.