HVS Tøkni Sp/f
Útgivið
8. september 2022
Útgongur
28. oktober 2022
Staður
Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Felagið hevur útvið 40 ára royndir innan Hita, sanitet og ventilatión, og veitir tænastur til bæði vinnulívið, stovnar og privatkundar. Uppgávur vit loysa eru m.a. størri installatiónir av nýggjari tøkni og eisini umvælingararbeiði av gamlari útgerð.

Ert tú HANDVERKARI?

Um tú ert útbúgvin rørsmiðjur við royndum er tað ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Um tú hevur gott handalag og megnar eitt gott avrik, so vilja vit fegin hoyra frá tær.

Vit bjóða:

  • Eitt áhugavert og avbjóðandi starv saman við dugnaligum starvfeløgum
  • Møguleikan at arbeiða sjálvstøðugt og í einum fjølbroyttum toymi, har vit eisini hava dungaligar kvinnur.
  • Løn eftir avtalu millum partnarnar

 

Vit vænta

  • At viðkomandi er ágrýtin og kann abeiða sjálvstøðugt
  • Hevur royndir innan handverk
  • Ert fyrikomandi og nærlagdur
  • Setur kundan í fremstu røð
  • Hevur koyrikort

 

Vilt tú í LÆRU?

Vit leita eftir einum sum hevur áhuga fyri verkligum arbeiði og er íðin. Tú ert liðugur við fólkaskúlan ella miðnámsútbúgving.

Tað hevur týdning at okkara starvsfólk eru nærløgd, álitandi, og duga væl at samstarva. Tá kunnu vit í felag kunnu náa dygdargóðum úrslitum og seta kundan í fyrstu røð.

  • Vit bjóða arbeiði í einari fyritøku, har tú sum lærlingur fært góðar umstøður at læra handverkið
  • Tú kemur at arbeiða tætt saman við dugnaligum arbeiðsfeløgum
  • Tú fært sjálvstøðugar uppgávur eftir førleika
  • Tað er umráðandi, at tú ert ágrýting og hevur hug at læra, og dámar avbjóðingar

 

Lærutíðin er tilsaman 4 ár.
Eftir at lærutíðin er liðug hevur tú fingið eina útbúgving, sum gevur góðar møguleikar fyri framtíðar møguleikum sum handverkari. Eisini eru fleiri møguleikar til víðari lesnað innan ymisk serøki, sum millum annað byggi- ella verkfrøði.

 

Umsókn og fyrispurningar

Áhugaði kunnu senda umsókn til hvs@hvstokni.fo ella ringja tlf. Hans Dam, stjóra, á telefon 509801 fyri meira kunning.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið