Útgivið
20. juni 2021
Útgongur
5. juli 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Roðin økistænastan søkir eftir einum ergoterapeuti - Farloyvisstarv

Í Roðanum økistænastuni er málið at eldri borgarar í Runavíkar,- Nes – og Sjóvar kunmmunu skulu kunna liva og luttaka í samfelagnum og at tey skulu kunna vera sum longst í egnum heimi. Tí vilja vit stuðla undir, at tey varðveita, menna og endurvinna sín virkisførleika, soleiðis at tey eru so virkin og sjálvbjargin sum gjørligt og samstundis varðveita sína heilsustøðu. Roðin vil vera partur í at fyribyrgja afturgongd í førleikastøðuni hjá aldrandi borgaranum.

Søkt verður eftir:
Talan er um eitt farloyvisstarv sum ergoterapeutur. Starvið er 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna. Setanin er frá 01.09.21 til 31.08.22

Tú kemur at virka í einum toymið við 3 fysioterapeutum og 2 ergoterapeutum

Starvsstaðið verður í størstan mun á Eysturoyar røktar- og ellisheimi

Tú kemur at hava ábyrd av:

  • Hjálpartólarøkinum í Roðanum
  • Ergoterapi til búðfólkini á Ellis og Røktarheiminum í Runavík

Saman við terapeuttoyminum vera við til:

  • At kanna, greina og meta um virkisførleikar og í tí sambandi at seta átøk í verk til búðfólkini.
  • At stuðla undir, at eldri búðfólkini varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar.
  • Heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi venjingar og onnur átøk fyri eld.
  • Undirvísa og ráðgeva starvsfólkum, borgarum og avvarðandi.

Førleikakrøv og væntanir:

  • Útbúgvin ergoterapeutur
  • Áhuga í at arbeiða innan eldraøkið
  • Góð samstarvs- og samskiftisevni
  • Vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi
  • Evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • Virkisfýsni og áhuga í at menna tænastuna
  • Tolir broytingar í arbeiðsuppgávum

Vit kunnu bjóða:

  • Eitt jaligt, framtakshugað og spennandi arbeiðspláss, sum í einum tvørfakligum samstarvi leggur dent á at stuðla eldri borgarum í at megna sín gerandisdag.
  • Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á og vera partur av framhaldandi menning av tilboðum og tænastum.

Lønar- og setanartreytir:
Verða sambært sáttmálan millum Ergoterapeutfelag Føroya og KAF/Fíggjarmálaráðið

Nærri fast at vita um starvið við at venda sær til Eyðbjørg Joensen, deildarleiðara, á tlf. 793363 ella við telduposti til eydbjorgj@rodin.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda við telduposti til rodin@rodin.fo ella við posti til Roðin økistænastan, Friðartún 1, 620 Runavík.

Umsóknarfreistin er 05.07.21

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið