SEV
Útgivið
19. marts 2025
Útgongur
2. april 2025
Staður
Landavegur 92, Postsmoga 319, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
starv@sev.fo

Lýsing

Hevur tú tev fyri tølum, og dámar tær at greina tey?

Roknskapardeildin hjá Sev sóknast eftir einum starvsfólki at byrja skjótast tilber. Talan er um fast starv. Uppgávurnar eru roknskapararbeiði í breiðari merking, har tú verður við til at lyfta felags arbeiðsbyrðuna á deildini.

Av serstøkum uppgávum kunnu nevnast eftirlit og avstemman millum skipanir, sum Sev nýtir, og arbeiði við uppgerð av tíðarskeiðsroknskapum. Eisini er serstakliga gott høvi at greina og viðgera dátur úr einum av størstu dátugoymslum í landinum. Á deildini starvast 7 fólk.

Starvið
Sum roknskaparfólk á deildini fært tú til uppgávu at vegleiða starvsfeløgum á øðrum deildum í Sev, og eisini at arbeiða við og greina tøl fyri leiðslu og onnur.

Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna m.a. um gerð av mánaðar- og ársroknskapum, avstemman millum skipanir og mangt annað. Roknskapardeildin nýtir Microsoft Dynamics 365 Finance & Operations sum fíggjarskipan, umframt ymsar kundaskipanir. Tú kemur at viðvirka til at gagnnýta møguleikarnar, sum eru í ymisku skipanunum til at arbeiða snildari og skjótari.


Vit ímynda okkum, at tú hevur eina 3-5 ára útbúgving á roknskaparøkinum ella samsvarandi hesum.

Vit vænta eisini, at tú

  • ert forvitin av lyndi í mun til tøl
  • hevur góð analytisk evni og at miðla úrslit av greiningum
  • er tekniskt mindað/ur
  • hevur góðar kt-førleikar og hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir
  • hevur sera góðan førleika í enskum, bæði í skrift og talu

Umframt at tú kennir teg aftur í virkisvirðum okkara – samstarv, eldhugi og virðing – so er ynskið, at tú hevur lætt við at samstarva, ert fleksibul og ert fús/ur at bróta upp úr nýggjum og finna loysnir. Eisini frætta vit fegin frá tær, um tú hevur royndir við og hevur trivist væl við líknandi uppgávum áður.

Sev
Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið javnvág er ímillum arbeiðslív og familjulív, og tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi. Vit bjóða:

  • góða og holla upplæring í starvinum
  • ávirkan á egið arbeiði
  • fakliga menning
  • viðkomandi skeið

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Sev á Landavegi 92 í Tórshavn, og tú vísir til roknskaparleiðaran. Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Birgir Christiansen, leiðara, á tlf. 511777. Umsóknarfreistin er 2. apríl 2025.

Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á starv@sev.foviðmerk: roknskaparfólk.

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið