SEV
Útgivið
16. januar 2024
Útgongur
7. februar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú tev fyri tølum, og dámar tær at greina tey?

Roknskapardeildin hjá Sev sóknast eftir einum starvsfólki at byrja skjótast tilber. Talan er um farloyvisstarv ísv barnsburð – tíðarbilið er frá 1. apríl 2024 í eitt ár. Uppgávurnar eru roknskapararbeiði í breiðari merking, har tú verður við til at lyfta felags arbeiðsbyrðuna á deildini. Av serstøkum uppgávum kunnu nevnast eftirlit og avstemman millum skipanir, sum Sev nýtir, og arbeiði við uppgerð av tíðarskeiðsroknskapum. Eisini er serstakliga gott høvi at greina og viðgera dátur úr einum av størstu dátugoymslum í landinum. Deildin telur í dag 7 fólk.

Starvið
Sum roknskaparfólk á deildini fært tú til uppgávu at vegleiða starvsfeløgum á øðrum deildum í Sev, og eisini at arbeiða við og greina tøl fyri leiðslu og onnur.

Uppgávurnar eru fjølbroyttar og umfata m.a. gerð av mánaðar- og ársroknskapum, avstemman millum skipanir og mangt annað. Roknskapardeildin nýtir fleiri skipanir, eitt nú Dynamics AX (skjótt Dynamics 365 FO) og kundaskipanir. Tú kemur at viðvirka til at gagnnýta møguleikarnar, sum eru í ymisku skipanunum til at arbeiða snildari og skjótari.


Vit ímynda okkum, at tú hevur eina 3-5 ára útbúgving á roknskaparøkinum ella samsvarandi hesum.

Vit vænta eisini, at tú

  • ert forvitin av lyndi í mun til tøl
  • hevur góð analytisk evni,
  • dugir at greina
  • er tekniskt mindað/ur
  • hevur góðar kt-førleikar
  • hevur avbera lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir.

Umframt at tú kennir teg aftur í virkisvirðum okkara – samstarv, eldhugi og virðing – so er ynskið, at tú hevur lætt við at samstarva, ert fleksibul og ert fús/ur at bróta upp úr nýggjum og finna loysnir. Eisini frætta vit fegin frá tær, um tú hevur royndir við og hevur trivist væl við líknandi uppgávum áður.

Sev
Vit bjóða:

  • góða og holla upplæring í starvinum
  • ávirkan á egið arbeiði
  • fakliga menning
  • viðkomandi skeið

Løn
Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Birgir Christiansen, leiðara, á tel 511777.

Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til starv@sev.foog skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 7. februar 2024.

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.

Líknandi størv

Barrleiðari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026
Barrtænari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið