Vøruhúsið
Útgivið
12. december 2024
Útgongur
25. januar 2025
Staður
á Hjalla 12b, 188 Hoyvík, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
pm@voruhusid.fo

Lýsing

Vøruhúsið sóknast eftir einum dugnaligum roknskaparfólki.

Sum roknskaparfólk kemur tú at hava ábyrgdina av bókhaldi felagsins í tøttum samstarvi við leiðsluna, og starvi umfatar bæði bókhald, fakturering, avstemman, lønarkoyringar osf.

Talan eru um parttíðarstarv á umleið 25 tímar um vikuna.

Sum partur av toyminum hjá Vøruhúsinum, kemur tú at starvast í eini spennandi fyritøku við nógvum góðum starvsfeløgum.

Vit ímynda okkum at tú:

  • Hevur gott arbeiðslag
  • ert Ábyrgdarfull/ur ognærløgd /nærlagdur í tínum arbeiði
  • Dugur væl at arbeiða sjálvstøðugt, eins væl og í toymi
  • Ert fyrikomandi og trívist í einum ágrýtnum og fjølbroyttum gerandisdegin
  • Hevur viðkomandi arbeiðsroyndir.
  • Royndir við Business Central 365 er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

Vit kunnu bjóða tær:

  • Eitt jaligt og spennandi arbeiðspláss í vøkstri
  • Góðar starvsfelagar
  • Eitt starv við fjølbroyttum uppgávum og møguleika at gera tína ávirkan galdandi

Lønar- og setanarviðurskifti eru eftir avtalu

Um tú hevur spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Peter Mouritsen, stjóra, á tlf 542555 ella á teldupost pm@voruhusid.fo.

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, C.V. o.ø. kann sendast við telduposti til: pm@Voruhusid.fo

Starvið verður sett sum skjótast, og umsóknir verða viðgjørdar loypandi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið