Lýsing
Fíggjardeildin á Landssjúkrahúsinum leitar efitr úrslitasøkjandi fulltrúa í eitt 1 ára barilsvikariat til roknskaparkøkið fulla tíð frá 01.04.2024 ella eftir avtalu. Talan er um eitt samansett øki, ið Landssjúkrahúsið komandi tíðina ætlar at menna við talgilding og optimering av mannagongdum.
Í Fíggjardeildini arbeiða frammanundan 9 fólk, harav 4 fulltúar sum m.a. arbeiða við fíggjarstýring, menningin innan fíggjar- og roknskaparøkinum og 5 fólk sum hava bókhaldið um hendi. Fíggjarøkið fevnir um fíggjarstýringina av Landssjúkrahúsinum og teimum stovnum, sum eru knýttir at hesum. Fíggjardeildin tekur sær eisini av málsviðgerð og ráðlegging, sum hevur samband við fíggjarlig viðurskifti, herundir at veita tænastu til sjúkrahúsleiðslu, depilsleiðslur og aðrar leiðslur.
Høvuðsuppgávur
- Optimering og talgilding av mannagongdum viðvíkjandi bókhaldi, roknskapi, avstemman o.l.
- MVG- avrokning og avsetmman
- Debitoruppfylging
- Kreditoruppfylging
- Innaneftirlit/Controlling
- Ger av ársroknskapið
- Samskipan av grannskoðanartilgongd
- Brúkarastýrig til roknskaparskipaninar
- a. fyrifallandi arbeiðið
Førleikar
Tú hevur viðkomandi royndir innan almenna fyrisiting. Viðkomandi miðallang útbúgving innan t.d. roknskap og fyrisiting er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
Tíni samstarvs- og samskiftisevni eru góð, og tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og at virka sum sparringspartnari hjá starvsfólki og leiðarum. Tú hevur ans fyri smálutum, samstundis sum tú raðfestir at røkka ítøkiligum úrslitum og megnar at stýra menningarverkætlanum sjálvstøðugt. Harafturat er tað ein treyt, at tú hevur góð evni at seta teg inn í ymiskar KT-skipanir.
Tú kemur at starvast í einum fakligum og mennandi arbeiðsumhvørvi við áhugaverdum og fjølbroyttum uppgávum. Tú skalt trívast í einum ferðmiklum gerandisdegi, har tú arbeiðir við nógvum ymiskum uppgávum.
Sum persónur ert tú álítandi, fyrikomandi og hevur ein jaligan hugburð. Vit vænta, at tú ert fleksibul og røkin.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Inga Mittún, Fíggjar- og KT deildarstjóra, á telduposti: im@ls.fo ella á telefon +298 211800.
Umsóknarfreistin er 19.03.2024.
Vinarliga søk starvið her.
Á okkara heimasíðu, www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visión, missión og strategimál, undir leinkinum "Um okkum."
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.