Lýsing
ROKNSKAPARLEIÐARI TIL J&K PETERSEN
Kundi tú hugsað tær at staðið á odda fyri roknskapinum hjá eini av Føroya størstu byggifyritøkum?
Vit sóknast eftir einum royndum roknskaparleiðara til fíggjardeild okkara at byrja 1. juni 2022 ella skjótast gjørligt.
Tín uppgáva
Sum roknskaparleiðari hjá J&K Petersen fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv í einum spennandi arbeiðsumhvørvi. Aðaluppgávurnar eru at halda okkara bókhald og roknskap à jour og at veita frágreiðingar til leiðslubólk felagsins. Harafturat kemur tú at verða við til at menna og seta í gildi nýggjar mannagongdir í okkara bókhald.
Um teg
Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving og drúgvar royndir innan bókhald og ársroknskap. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur arbeitt við Navision.
Vit ynskja ein roknskaparleiðara, sum er nærlagdur, sjálvstøðugur og samstarvssinnaður.
Um starvið
Á fíggjardeildini, sum eisini tekur sær av øðrum vanligum skrivstovuarbeiði, starvast í løtuni 4 fólk. Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og verða tær ofta loystar í felag í tøttum samstarvi við fíggjarleiðara og hini starvsfólkini á deildini.
Talan er fulltíðarstarv.
Treytir
Lønin verður avtalað við leiðsluna og ásett eftir førleikum og royndum.
Umsókn
Umsóknarfreistin er sett til sunnudagin 17. apríl 2022. Umsóknir skulu sendast til: starv@jkp.fo
Tú kanst fáa meira at vita um starvið við at venda tær til Per Kallsberg, fíggjarleiðara, á tlf. 585008.
Um J&K Petersen
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.
FØROYSK BYGGING - FAKLIGUR STOLTLEIKI