Lýsing
Søkt verður eftir Roknskaparleiðara til Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy til setan 1. des. 2024 ella eftir nærri avtalu.
Talan er um fast starv.
Arbeiðsuppgávurnar eru:
- Fyrisitingarligar uppgávur, fíggjarstýring, herundir bókhald og roknskap
- Lønarumsiting og lønareftirlit
- Umsita dagliga bókhaldið, roknskapararbeiði og fyrifallandi skrivstovuuppgávur
- Gera fíggjarætlan, mánaðarroknskap og ársroknskap
- Ráðgeva leiðsluni og stýrinum í fíggjarligum spurningum
Førleikakrøv:
- Útbúgving og royndir innan grannskoðan, bókhald/roknskap, ella líknandi
- Umsøkjarar, ið hava arbeitt við bókhaldi og hava gott roknskaparinnlit, hava fyrimun
- Duga væl at orða seg á føroyskum og donskum máli
- Góð samstarvsevni
- Haraftrat eru umráðandi, at viðkomandi kann arbeiða sjálvstøðugt
- Hevur hug og hegni at arbeiða í einum tvørfakligum toymi
Setanartreytir:
Setanartreytir sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi fakfelag. Starvið verður lønt sambært sáttmálanum millum AKF og KAF. Viðkomandi skal kunna tola broytingar í starvinum.
Starvsstaðurin er á skrivstovuni á Vágsvegi 22.
Nærri fæst við at venda sær til Hera Norðberg, stjóra á tlf. nr.: 793501 ella á herin@bhs.fo .
Skrivlig umsókn við prógvum og viðmælum skal sendast til:
Bú- og Heimatænastan
Vágsvegur 22
FO-900 Vágur
ella við telduposti til bhs@bhs.fo .
Umsóknarfreistin er 4. oktober.
Bú- og Heimatænastan fevnir um alla eldrarøkt og heimatænastu í Suðuroynni, eindirnar eru, Sambýlið í Hvalba, Ellis- og Røktarheimi á Tvøroyri, Sambýlið í Vági, Hamragarður og útiøki. Í Bú- og Heimatænastuni starvast í løtuni uml. 170 fólk, svarandi til uml. 140 ársverk.