Bú- og Heimatænastan í Suðuroy
Útgivið
20. september 2024
Útgongur
4. oktober 2024
Staður
Vágsvegur 22, FO-900 Vágur, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
bhs@bhs.fo

Lýsing

Søkt verður eftir Roknskaparleiðara til Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy til setan 1. des. 2024 ella eftir nærri avtalu.
Talan er um fast starv.

Arbeiðsuppgávurnar eru:

  • Fyrisitingarligar uppgávur, fíggjarstýring, herundir bókhald og roknskap
  • Lønarumsiting og lønareftirlit
  • Umsita dagliga bókhaldið, roknskapararbeiði og fyrifallandi skrivstovuuppgávur
  • Gera fíggjarætlan, mánaðarroknskap og ársroknskap
  • Ráðgeva leiðsluni og stýrinum í fíggjarligum spurningum

Førleikakrøv:

  • Útbúgving og royndir innan grannskoðan, bókhald/roknskap, ella líknandi
  • Umsøkjarar, ið hava arbeitt við bókhaldi og hava gott roknskaparinnlit, hava fyrimun
  • Duga væl at orða seg á føroyskum og donskum máli
  • Góð samstarvsevni
  • Haraftrat eru umráðandi, at viðkomandi kann arbeiða sjálvstøðugt
  • Hevur hug og hegni at arbeiða í einum tvørfakligum toymi

Setanartreytir:
Setanartreytir sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi fakfelag. Starvið verður lønt sambært sáttmálanum millum AKF og KAF. Viðkomandi skal kunna tola broytingar í starvinum.

Starvsstaðurin er á skrivstovuni á Vágsvegi 22.

Nærri fæst við at venda sær til Hera Norðberg, stjóra á tlf. nr.: 793501 ella á herin@bhs.fo .

Skrivlig umsókn við prógvum og viðmælum skal sendast til:

Bú- og Heimatænastan
Vágsvegur 22
FO-900 Vágur
ella við telduposti til bhs@bhs.fo .

Umsóknarfreistin er 4. oktober.

Bú- og Heimatænastan fevnir um alla eldrarøkt og heimatænastu í Suðuroynni, eindirnar eru, Sambýlið í Hvalba, Ellis- og Røktarheimi á Tvøroyri, Sambýlið í Vági, Hamragarður og útiøki. Í Bú- og Heimatænastuni starvast í løtuni uml. 170 fólk, svarandi til uml. 140 ársverk.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið