TAKS
Útgivið
4. november 2022
Útgongur
20. december 2022
Staður
Smyrilsvegur 20 - Postboks 2151 - 110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hug til at stýra einum roknskapi upp á nakrar milliardir og at geva tínum virkisfýsni og leiðsluroyndum flog? Søk starvið sum roknskaparleiðari hjá TAKS.

Um starvið
Fremsti lutur roknskaparleiðarans er at tryggja, at roknskapurin hjá TAKS er rættur fyri øll tey stovnsnummur, ið stovnurin umsitur. Talan er um stóran part av inntøkum landsins og um umsiting av úrvaldum grunnum. Tú bert satt at siga tað roknskaparliga flaggið fyri Føroyar.

Uppgávurnar eru millum annað at:

  • standa fyri og hava umsjón við rakstrinum hjá TAKS,
  • halda skil á og hava eftirlit við teimum landsinntøkum, ið stovnurin umsitur,
  • hava ábyrgd av innaneftirliti stovnsins,
  • stíla fyri og luttaka í verkætlanum,
  • gera fíggjarlig hagtøl og fíggjarligar metingar,
  • betra og effektivisera arbeiðsgongdir á stovninum.

Saman við leiðsluni skal roknskaparleiðarin eisini menna núverandi KT-skipanir og seta í verk arbeiðsamboð innan roknskaparstýring og leiðsluamboð fyri stovnin.

Roknskaparleiðarin er partur av leiðslubólki og strategiforumi stovnsins og vísir beinleiðis til stjóran.

Á roknskapardeildini starvast ellivu dugnalig fólk, sum eru skipað í tvær deildir. Onnur umsitur skattabókhaldið, hin toll- og avgjaldsbókhaldið.

Um teg
Tú hevur hægri útbúgving og leiðsluroyndir innan búskap og fíggjarstýring og kennir føroysk samfelagsviðurskifti og fíggjarviðurskifti væl. Tú hevur førleikar innan kunningartøkni og amboð innan roknskaparstýring. Tú hevur harumframt áhuga fyri løgfrøði.

Tú ert kveikjandi og sært nýggjar leiðir til at røkka málum stovnsins innan strategiskar verkætlanir. Tú ert samstarvandi og samskiftir væl á føroyskum, enskum og donskum.

Fólk siga eisini um teg, at tú:

  • ert framfýsin,
  • gáar eftir detaljum,
  • hevur ábyrgdarkenslu,
  • kanst taka avgerðir og skipa eitt arbeiði,
  • sært heildina uttan at missa ansin fyri tí smáa.

Um setanarviðurskiftini
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Talan er um fulltíðarstarv, ið ætlandi verður sett skjótast gjørligt. Høvuðsstarvsstaðurin er í løtuni TAKS í Havn. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

Hug at søkja?
Tað gert tú við at trýsta her. Fyll út og viðheft umsókn, CV og avrit av prógvum og viðmælum.

Umsóknarfreistin er 20. november 2022 á midnátt.

Fá meira at vita um starvið við at venda tær til Eyðun Mørkøre, stjóra, á 35 26 00 ella á eym@taks.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið