
Valaverk
Lýsing
Sóknast verður eftir timbursveini við drúgvum starvsroyndum.
Tað er týdningarmikið at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og at tú hevur góð samstarvsevni.
- Vit bjóða eitt starv í einum vælriknum virki, har trygd og trivnaður eru lyklaorð.
- Vit eru í løtuni 11 mans og gera alt timburarbeiði, bæði nýbygging og umvæling.
Hjá okkum er kundin altíð í hásætinum og vit seta eina æru í at gera dygdargott handverk.
Hevur hetta tín áhuga, ert tú vælkomin at senda eina umsókn við viðkomandi skjølum til valaverk@valaverk.fo
Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú seta teg í samband við Eyðun Joensen á tel. 78 97 78.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 28. apríl 2023.