Blákrossheimið
Útgivið
15. november 2022
Útgongur
30. november 2022
Staður
Pæturshús 2, 655 Nes, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
blakrossheimid@blakross.fo
Vitjandi
94

Lýsing

Søkt verður eftir tveimum sálarfrøðingum ella sálarviðgerum til Blákrossheimið til setan 1. januar 2023. Talan er um føst fulltíðarstørv.

Blákrossheimið veitir ambulanta og samdøgursviðgerð til vaksin við rúsnýtsluórógvi og teirra avvarðandi. Eisini er ambulant viðgerð til ung niður í 15 ár. 15 starvsfólk eru knýtt at
Blákrossheiminum. Starvfólkahópurin er samansettur av leiðara, sálarfrøðingum, sálarviðgerum, sjúkrarøktarfrøðingi, lækna, heilsurøktara, rúsevnisviðgerum, presti, kokki, kvøldvaktum, náttarvaktum og skrivara. Umframt hetta fáa vit javnan ráðgeving frá psykiatara við atliti til dupultdiagnosur. Høvuðsviðgerðarleisturin er DAT (dialektisk atferðarterapi).

Arbeiðið hjá sálarfrøðingi og sálarviðgera umfatar í høvuðsheitum sálarfrøðiliga viðgerð av bæði ungum og vaksnum, einstaklingasamrøður, bólkaundirvísing, útgreining, tvørfakligt samstarv við hinar fakbólkarnar á stovninum og tvørtur um geirar. Samskipan er sostatt ein týdningarmikil partur av arbeiðinum. Høvuðusarbeiðið verður á deildini DAT ung í Havn. Roknast kann tó við ferðing millum høvðusdeildina, sum er Blákrossheimið á Nesi, og deildina DAT ung. Bólkaviðgerðin kann ganga fyri seg aftaná kl. 16.00.

Førleikakrøv:

  • Sálarfrøðingar við løggilding. Sálarfrøðingar uttan løggilding kunnu eisini søkja starvið.
  • Sálarviðgerar við 5 ára útbúgving og góðkenning í sálarviðgerðarfelagi. Viðgerar við styttri
    útbúgving kunnu eisini søkja starvið.
  • Viðkomandi arbeiðsroyndir eru ein fyrimunur

 

Dentur verður lagdur á:

  • Arbeiðsroyndir innan útgreining og viðgerð av ungum og vaksnum.
  • Hevur lætt við at koma í samband við menniskju.
  • Hevur áhuga fyri at arbeiða við bæði ungum og vaksnum.
  • Hegni til at arbeiða sjálvstøðugt og samstarva tvørfakligt innanhýsis og tvørtur um geirar.
  • Fakligt arbeiðssemi og ágrýtni í mun til arbeiðsuppgávurnar.
  • At tú ert álitisvekjandi og hevur góð innlivingar- og samstarvsevni.

 

Vit bjóða:

  • Holla innleiðslu til arbeiðið.
  • Tvørfakligt samstarv.
  • Áhaldandi fakliga menning.
  • Møguleika fyri at fáa útbúgving í DAT, KAT og PE í 2023.
  • 2 tímar av einstaklinga supervisión um mánaðin.
  • Vikuliga bólkasupervisón.

 

Løn/setanartreytir:
Talan er um fulltíðarstarv. Lønin og aðrar setanartreytir verða ásettar sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, CV, viðmælum v.m. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 30. novembur 2022 kl.14.00. Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Jüttu J. Olsen, leiðara á Blákrossheiminum á jutta@blakross.fo, ella +298 780 760.

Umsóknin skal sendast til:
blakrossheimid@blakross.fo
Att.: Jütta J.Olsen, leiðari

Líknandi størv

Sjúkrarøktarfrøðingur til B7   Faroe Islands nýtt
2. december 2022

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið