Lýsing
Søkt verður eftir sálarfrøðingi til smábarna- og fólkaskúlaøki í Sernámi.
Talan er um farloyvissstarv fulla tíð at byrja 1. november 2024 ella skjótast eftir tað. Møguleiki er eisini fyri niðursettari arbeiðstíð.
Arbeiðsøkið hjá Sernámi er um alt landið.
Høvuðsuppgávur í starvinum eru:
- Veita sálarfrøðiliga ráðgeving og vegleiðing til starvsfólk í skúlum og á dagstovnum og til
foreldur - Samstarva við starvsfólk og foreldur um sálarfrøðilig og sernámsfrøðilig átøk
- Gera sálarfrøðiligar metingar/kanningar av børnum og ungum
- Samskipa átøk við støði í tilmælum í samráð við starvsfólk í skúlum og á dagstovnum
- Samstarva tvørgreinaligt innanhýsis og uttanhýsis
- Veita starvsfólki á skúlum supervisión
Arbeiðsøkið er stórt og fjølbroytt við nógvum samskifti við starvsfólk, leiðslur, avvarðandi og aðrar viðkomandi stovnar, og tí vænta vit, at umsøkjarin:
- Er við í at menna sálarfrøðiliga og sernámsfrøðiliga virksemið í skúlum og á dagstovnum
- Er við í tvørfakligum samstarvi, innanhýsis og uttanhýsis
- Dugir at nýta metingar/kanningarúrslit í sálarfrøðiligum og sernámsfrøðiligum tilgongdum
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni
- Dugir at skapa álit
- Dugir at samstarva við skiftandi fakbólkar
- Hevur áhuga fyri avbjóðingum, er fúsur at royna nýggjar leiðir og tolir broytingar
- Dugir at orða seg í skrift og talu
Vit bjóða:
- Áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum
- Tvørfakligt mennandi umhvørvi í tøttum samstarvi við starvsbólkarnar í Sernámi
- Fakligt samstarv við sálarfrøðingarnar í Sernámi
- Supervisión
- Førleikamenning eftir umstøðum og tørvi
Førleikakrøv:
Prógv sum cand. psych ella cand. pæd. psych ella útbúgving, sum er javnsett við hesar. Fyrimun hava umsøkjarar við royndum innan serøkið ella royndum við børnum við serligum tørvi í skúlum og á dagstovnum.
Setanartreytir til starvið:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Margreth Olsen, stjóra, á telefon 360 200 ella í teldubrævi til margreth@sernam.fo.
Tann, ið sett/ur verður, skal játta, at barnaváttan verður umbiðin. Fyri at verða sett/ur í starv, skal umsøkjarin hava reina barnaváttan.
Umsóknarfreist:
Umsóknir við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 9. oktober 2024 og skulu sendast til:
Sernám
á Frælsinum
Postboks 2036
FO-110 Tórshavn
ella sum teldubræv til sernam@sernam.fo