Familjutænastan
Útgivið
18. december 2025
Útgongur
6. januar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vegna vaksandi virksemi í Familjutænastuni søkja vit nú eftir einum sálarfrøðingi afturat. Brennur tú fyri at brúka psykologfakliga vitan til at stuðla familjum í viðbreknum støðum? Og vilt tú vera við til at menna eitt tilboð, har nærvera, faklig dýpd og virðing fyri menniskjum ganga hond í hond? So kann hetta vera starvið fyri teg.

Um Familjutænastuna
Familjutænastan er eitt nýtt fyribyrgjandi tilboð undir Barnaverndarstovu Føroya, sum arbeiðir fyri at forða, at børn verða sett heiman. Vit loysa uppgávur fyri barnaverndartænasturnar kring landið og veita kanningar, ráðgeving og viðgerð til familjur, sum hava avbjóðingar í foreldraleiklutinum og fegnar vilja hava hjálp. Familjutænastan er bæði eitt útkoyrandi toymi og eitt døgntilboð, og innsatsurin verður altíð lagdur eftir tørvinum hjá familjunum – frá viðgerð og vegleiðing, sum fer fram í heiminum til meira samanhangandi og tættar viðgerðarætlanir, tá ið tørvur er á tí.

Vit arbeiða út frá einum mentaliseringargrundaðum og AMBIT-inspireraðum grundarlagi, har dentur verður lagdur á at síggja familjuna í sínum samlaða lívi – bæði innanhýsis og í víðkaða netverkinum kring hana. Arbeiðið fer fram bæði í okkara hølum í Laðabrekku 4 í Tórshavn og úti hjá familjunum.

Toymið í Familjutænastuni fevnir í dag um ein psykologfakligan leiðara og tríggjar familjuviðgerar við ymiskum tvørfakligum bakgrundum. Vit arbeiða tætt saman og leggja dent á fakliga sparring, refleksjón og samábyrgd í arbeiðinum.

Um starvið
Starvið er sum útgangsstøði eitt fulltíðarstarv við ætlandi setan frá 1. mars 2026. Tú fert at arbeiða tætt saman við barnaverndartænastunum um fyribyrgjandi kanningar, ráðgeving og viðgerð av børnum, ungum og familjum.

Arbeiðið verður skipað eftir tørvinum hjá familjunum – bæði í útkoyrandi virksemi og í døgntilboðnum – og kann av og á fevna um arbeiðstíð um kvøldið ella í vikuskiftinum.

Tínar uppgávur fevna m.a. um:
Kanning, meting og viðgerð av børnum, ungum og familjum, serliga við denti á samspæl, tilknýti og menning hjá børnum.
Eygleiðing og feedback upp á samspæl, ráðgeving í foreldraleiklutinum og viðgerðarsamtalur við børn og foreldur.
Leggja viðgerðarætlanir og fylgja teimum upp og skriva afturboðanir og metingar til barnaverndartænastuna.
Taka lut í viðgerðarkonferensum, supervisjón og fakligari menning í toyminum.

Vit vænta, at tú

  • ert løggildur sálarfrøðingur.
  • hevur royndir við at kanna og viðgera familjur og børn í viðbreknari støðu, t.d. vegna sálarligar ella sosialar avbjóðingar.
  • hevur holla vitan um menningarsálarfrøði, tilknýti og mentalisering.
  • hevur systemiska hugsan og dugir at arbeiða kreativt og pragmatiskt við víðkaða netverkinum kring familjuna – bæði privat og tvørfakliga.
  • dugir at eygleiða, reflektera og miðla fakliga og virðiliga í skrift og talu.
  • arbeiðir sjálvstøðugt við fakligum tryggleika og við fyriliti fyri nærveru og trivnaði.
  • hevur áhuga og hegni at menna teg sjálva/n og fakliga felagsskapin í tráð við einari mentaliseringargrundaðari mentan, har útgangsstøðið er forvitni og opinleiki.

Vit vita, at ymisk sløg av royndum kunnu geva sterkar førleikar, og tú ert eisini vælkomin at søkja, hóast tú ikki kennir teg at lúka allar treytirnar omanfyri.

Fyrimunir
Hetta eru ikki krøv, men dømi um royndir og útbúgving, sum kunnu vera ein styrki í starvinum. Vit meta tað sum ein fyrimun, um tú:

  • hevur royndir við samspælskanningum (t.d. Marschak Interaction Method ella Parent-Child-Early Relational Assessment).
  • hevur royndir við mentaliseringarinterviewum (t.d. Parent Development Interview ella Emotional Mentalizing Scale).
  • hevur eftirútbúgving innan mentaliseringargrundaða terapi, familjuterapi, Theraplay ella líknandi tilgongdir.
  • hevur førleika at gera og tulka kognitivar og menningarligar kanningar av børnum.

Kennir tú teg ikki aftur í øllum omanfyri, kanst tú kortini vera tann rætta/rætti til starvið – vit leggja stóran dent á fakligan vilja, hugin at læra og samstarvsevni.

Vit ynskja okkum umsøkjarar, sum

  • hava hug at vera við til at víðarimenna nýggja tilboðið við fyribyrgjandi fyriskipanum.
  • hava evni at skapa samband, vísa virðing og forstáilsi í arbeiðnum við familjum í ymiskum útsettum støðum.
  • duga at reflektera yvir egið virksemi og læra í felag við onnur.
  • hava góð samstarvsevni og vilja til at bera felags menning fram.
  • leggja dent á trivnað, nærveru og eina refleksiva arbeiðsmentan.

Vit bjóða

  • eitt fakliga sterkt og tvørfakligt arbeiðsumhvørvi.
  • góðar umstøður fyri sparring og supervisjón.
  • høvi at seta tín dám á hetta týdningarmikla arbeiðsøki.
  • møguleika fyri eftirútbúgving og fakligari førleikamenning.

Løn og umsókn
Løn og treytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya (AKF). Umsøkjarar skulu hava reina barnaváttan. Familjutænastan innheintar barnaváttan, áðrenn starvið verður sett. Setanarsamrøður verða væntandi hildnar í viku 3–4.

Send umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl til camilla@bvs.fo í seinasta lagi 6. januar 2026. Nærri upplýsingar eru at fáa frá Camillu Henanger, leiðara á Familjutænastuni (tlf. 288920), ella frá Oddbjørg Balle, leiðara á Barnaverndarstovu Føroya (tlf. 225696).

 

Familjutænastan er ein sjálvstøðug eind undir Barnaverndarstovu Føroya og heldur til í Laðabrekku 4 í Tórshavn. Endamálið hjá Familjutænastuni er at fyribyrgja, at børn verða sett heiman, og at stuðla familjum at menna trygg sambond og virkið familjusamstarv. Familjutænastan veitir kanningar, ráðgeving og viðgerð til familjur innan barnaverndarøkið. Fyriskipanirnar kunnu fevna um bæði døgn- og dagviðgerð, umframt viðgerð í heiminum hjá familjuni. Arbeiðið byggir á fyribyrgjandi tilgongdir, har mentalisering, menningarsálarfrøði og tætt samstarv við víðkaða netverkið hjá familjuni eru grundarsteinarnir. Barnaverndarstova Føroya er ein felagskommunalur stovnur, sum virkar fyri at styrkja og samskipa barnaverndarøkið í Føroyum. Ábyrgdarøkini fevna í høvuðsheitum um at veita ráðgeving og undirvísing til barnaverndartænasturnar kring landið, at skipa og umsita Fosturforeldraskipanina og at umsita og samskipa arbeiðið í Barnahúsinum. Les meira um Familjutænastuna og Barnaverndarstovu Føroya á bvs.fo.

Líknandi størv

18. december 2025
18. december 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið