Landssjúkrahúsið
Útgivið
16. juli 2024
Útgongur
2. august 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir við hesum eftir einum sálarfrøðingi til Børn og Ung psykiatri. Talan er um eitt farloyvisstarv á brøk 0,86 til setan frá 1. septembur 2024 ella eftir nærri avtalu.

Um Børn og Ung psykiatri
Børn og Ung psykiatri arbeiðir við útgreining og viðgerð av menningarórógv og psykiatriskum sjúkum hjá børnum og ungum upp til 18 ár. Virksemið er skipað í tríggjar ambulantar eindir: eitt barnatoymi, har børn til og við 11 ár koma, eitt ungatoymi, har ung frá 12 til 17 ár koma og eitt viðgerðartoymi, sum fylgir børnum og ungum í heiligvágsviðgerð fyri ADHD. Harumframt umfatar virksemið eina dageind, har vit veita eitt miljøterapeutisk tilboð til familjur í dagtímunum gerandisdagar. Ein daginlegging kann t.d. fevna um bæði barna- og ungdómspsykiatriska útgreining og viðgerð.

25 starvsfólk við ymiskum fakligum bakgrundum eru knýtt at Børn og Ung psykiatri og hava eitt tætt tvørfakligt samstarv í gerandisdegnum. Vit leggja dent á at veita eina góða tænastu til tær familjur, sum vit hava samband við, og at gera útgreiningar og veita viðgerð við nærlagni og í tøttum samstarvi við familjurnar.

Starvið sum sálarfrøðingur er sum útgangsstøði knýtt at ungatoyminum. Harumframt inniber starvið nakrar uppgávur í dageindini, herundir útgreining og møguliga viðgerð. Útgreiningar- og viðgerðaruppgávur í barnatoyminum kunnu eisini koma fyri.

Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum

  • Sálarfrøðiligar kanningar og viðgerð av børnum og ungum
  • Ráðgeving av teimum, sum eru um børnini
  • Planlegging og tilrættislegging av útgreiningar- og viðgerðargongdum frá A til Z
  • Luttøka í innanhýsis tvørfakligum konferansum, har útgreiningar- og viðgerðarætlanir verða lagdar, og tað verður diagnostiserað við støði í gjørdu kanningunum
  • Veiting av psykoterapeutiskari viðgerð (individuelt og evt. bólkabaserað) út frá t.d. einari kognitivari tilgongd (KAT) ella mentaliseringsbaseraði tilgongd (MBT)
  • Subakuttar metingar av børnum og ungum við t.d. tunglyndi, sjálvmorðstankum, psykosusymptomum, akuttum belastningsreaktiónum o.a.
  • Umframt ambulanta arbeiðið kunnu uppgávur í sambandi við stovugongd og barna- og ungdómspsykiatriskar metingar (tilsýn) í samband við innleggingar koma fyri.

Arbeiðsuppgávurnar innibera nógv samstarv við foreldur og onnur avvarðandi, umframt aðrar stovnar og myndugleikar. Samskipan av hesum samstarvi er ein týðandi partur av arbeiðnum. Sálarfrøðingurin kann eisini vænta at fáa supervisiónsuppgávur.

Førleikakrøv:

  • Útbúgving sum sálarfrøðingur, gjarna við ella á veg til at gerast autoriseraður
  • Góðar samstarvseginleikar tvørfakligt, í mun børnini og familjur teirra umframt við hinar stovnarnar, sum varða av børnunum og familjum teirra
  • Góð skipanarevni og førleikar til sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávur til rættis og førleikar at raðfesta uppgávurnar á ein hátt, sum tryggar góðan samanhang í bæði útgreiningar- og viðgerðargongd
  • Førleikar at miðla vitan, bæði skrivliga og munnliga til einstaklingar og bólkar

Harumframt ynskja vit umsøkjara:

  • Við arbeiðsroyndum innan útgreining og viðgerð av børnum, ungum og familjum. Hesar royndir eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav
  • Sum er fyrikomandi og álitisvekjandi
  • Við jaligum sinni og við ágrýtni í mun til arbeiðsuppgávurnar
  • Við smidleika og arbeiðssemi
  • Sum gevur sítt íkast til eitt jaligt arbeiðsumhvørvi og møtir sínum starvsfeløgum við opinleika, hjálpsemi og virðing
  • Sum er ábyrgdarfullur, og tekur ábyrgd av egnum trivnaði og læring.

Vit bjóða

  • Eitt spennandi starv, har tú gert týðandi mun fyri børn og ung og teirra familjur
  • Tætt samstarv við starvsfelagar í einum tvørfakligum toymi
  • Eitt arbeiðsumhvørvi, sum leggur dent á yrkisføri og menning
  • Møguleikar fyri førleikamenning umvegis undirvísing, supervisión og tvørfakligar konferansur
  • Grundskeið í mentaliseringsbaserað terapi og -mentan. Undirvísingin verður skipað í tveimum modulum, eitt í heyst 2024 og eitt í várið 2025.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Camilla Henanger, sálarfrøðing og funktiónsleiðara í Børn og Ung psykiatri á camhe@ls.fo ella til Alberta McLeod Jacobsen, sersálarfrøðingur og virkandi funktiónsleiðari, á albja@ls.fo. Eisini kann ringjast umvegis skrivaran á telefon nr. 304740.

Umsóknarfreistin er fríggjardagin 2. august 2024.

Setanarsamrøður væntast at verða í viku 32.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu.

Vinarliga søk starvið her.

Um viðkomandi, sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður.

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Handilsfólk   Faroe Islands nýtt
5. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið