Útgivið
21. juni 2022
Útgongur
21. juli 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sálarfrøðingi til vaksinpsykiatriska økið. Talan er um fulltíðarstarv við setan 01.08.2022 ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðið umfatar í høvuðsheitum sálarfrøðiliga útgreining og viðgerð av vaksnum fólki, umframt samskipan, ráðgeving, undirvísing og supervisjón av starvsfólki. Psykiatriski depilin útgreinar og viðgerð sjúklingar sum eru innlagdir og ambulant. Vit leggja dent á tvørfakligt samstarv og heildarloysnir til borgaran í útgreining og viðgerð. Psykiatriski depilin arbeiðir við eini samskapandi psykiatri, har vit stremba eftir at leggja virksemið til rættis við hugtøkunum recovery og rehabilitering í huga. Til at menna arbeiðið verður arbeitt miðvíst við betringarháttinum Quality Improvement (QI).

Virksemi á Psykiatriska deplinum fevnir um ymisk serøki og tilboð – sum eitt nú kognitiv atferðarterapi, dialektisk atferðarterapi, PE-viðgerð, sosiala førleikavenjing, kognitiva remediering, ergoterapi, fysioterapi, medisinska viðgerð umframt psykoedukatión og avvarðandi undirvísing. Sálarfrøðingurin verður knýttur at virkseminum í mun til førleikar og tørv.

https://sv.ls.fo/leys-stoerv/s%C3%A1larfroe%C3%B0ingur-til-psykiatriska-depilin/

Líknandi størv

10. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið