Landssjúkrahúsið
Útgivið
23. september 2024
Útgongur
1. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sálarfrøðingi. Talan er um eitt avloysarastarv á fullari tíð frá 1. november 2024 til 31. oktober 2025.

Arbeiðið umfatar í høvuðsheitum sálarfrøðiliga útgreining og viðgerð av vaksnum fólki, umframt samskipan, ráðgeving, undirvísing og supervisjón av starvsfólki. Psykiatriski depilin útgreinar og viðgerð sjúklingar sum eru innlagdir og ambulant. Vit leggja dent á tvørfakligt samstarv og heildarloysnir til borgaran í útgreining og viðgerð. Psykiatriski depilin arbeiðir við eini samskapandi psykiatri, har vit stremba eftir at leggja virksemið til rættis við hugtøkunum recovery og rehabilitering í huga. Til at menna arbeiðið verður arbeitt miðvíst við betringarháttinum Quality Improvement (QI).

Virksemi á Psykiatriska deplinum fevnir um ymisk serøki og tilboð - sum eitt nú kognitiv atferðarterapi, dialektisk atferðarterapi, PE- viðgerð, sosiala førleikavenjing, kognitiva remediering, ergoterapi, fysioterapi, medisinska viðgerð umframt psykoedukatión og avvarðandi undirvísing. Sálarfrøðingurin verður knýttur at virkseminum í mun til førleikar og tørv.

sí lýsing her

Líknandi størv

Dámar tær buldur og brak?   Faroe Islands nýtt
27. februar 2026
27. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið