Lýsing
Sjúkrahúsverkið søkir eftir einum sálarfrøðingi til somatiska økið at byrja 01.10.2022 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fast starv á starvsbrøki 0,8. Arbeiðsøkið fevnir um alt landið og øll trý sjúkrahúsini - Klaksvíkar sjúkrahús, Landssjúkrahúsið og Suðuroyar sjúkrahús.
Um starvið
Talan er um eitt fjáltáttað starv, sum umfatar sálarfrøðiligar tænastur í somatikkini, har høvuðsdentur verður lagdur á at veita sálarfrøðiligar tænastur til tey, sum verða rakt av hóttandi og/ella kronsikari sjúku og teirra avvarðandi.
Staðsetingin hjá somatiska sálarfrøðinginum verður á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum og kemur tú at vísa til leiðaran á Ergo- og fysioterapideildini.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
- Sálarfrøðilig hjálp til sjúklingar við bæði kroniskari og akuttari sjúku og teirra avvarðandi
- Veita kreppuhjálp
- Screening av sjúklingum fyri møguligar sálarligar sjúkur
- Verndar- og copingstrategiir til sjúklingar og avvarðandi
- Ráðgeving og stuðlandi samrøður við sjúklingar og avvaðrandi teirra
Økið er nýtt og kemur tú eisini at vera við til at menna økið.
Førleikar
- psych ella samsvarandi útbúgving við løggilding
- Fakligar royndir við sálarfrøði arbeiði í somatikkini
- Góðar telduførleikar
- Førleikar at undirvísa og miðla vitan skrivliga og munnliga
- Evni at seta í verk fyriskipanir
Vit vænta
Eitt starvsfólk, ið er fyrikomandi og álitisvekjandi. Vísir góðan hugburð og hevur fokus á tvørfakligt samstarv. Eisini verður væntað høgt fakligt støði og vitan um nýggjastu granskingina á økinum.
Vit bjóða
- Eitt áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum
- Eitt mennandi og tvørfakligt umhvørvi, har tú hevur ávirkan
- Fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
- Felags innleiðslu
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við Álv Hansen, leiðara á Ergo- og fysioterapideildini, tlf. 211602 ella á t-post alvha@ls.fo.
Umsóknarfreistin er tann 11.09.2022.
Vinarliga søk starvið her.
Á heimasíðu okkara www.ls.fo kann ein lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leikjuni “Um okkum”.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.