Sálarfrøðingur til Suðuroyar barnaverndartænastu

Suðuroyar barnaverndartænasta
Útgivið
7. juni 2021
Staður
Faroe Islands
Vitjandi
a

Lýsing

Sálarfrøðingur til Suðuroyar barnaverndartænastu

Søkt verður eftir sálarfrøðingi til Suðuroyar Barnaverndartænastu til setan 01. september 2021. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna.
Arbeiðsøki

Suðuroyar Barnaverndartænasta er eitt samstarv millum allar 7 kommunurnar í oynni og er staðsett á Tvøroyri og starvssstaði er á Tvøroyri.
Á deildini starvast seks fólk, tríggir sosialráðgevar/málsviðgerar, námsfrøðiligur ráðgevi, skrivari, umframt leiðarin.

Sálarfrøðingurin fer at virka í tøttum samstarvi við starvsfólkið á deildini.

Arbeiðsuppgávur

  • Samrøður við børn, ung og foreldur
  • Viðger av børnum, ungum og familjum
  • Útgreining av børnum og ungum
  • Supervisión og faklig sparring

Vit ynskja okkum starvsfólk sum

  • Hava góð samskiftis- og samstarvsevni
  • Eru álítandi og arbeiðssom
  • Tola at arbeiða undir trýsti
  • Kunnu arbeiða sjálvstøðugt

Førleikakrøv
Útbúgvin sálarfrøðingur við autorisatión. Viðkomandi royndir eru ein fyrimunur, men ongin treyt.

Vit kunnu bjóða

  • Eitt spennandi og fjølbroytt starv
  • Fakligt samstarv við sálarfrøðingar hjá hinum barnaverndartænastunum og
  • Barnaverndarstovu Føroya
  • Førleikamenning eftir umstøðum og tørvi
    Supervisión

Løn og setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti eftir sáttmála við Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Nærri upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jónleyg Eyðunsson, virkandi leiðara á Suðuroyar Barnaverndartænastu á 288085 ella t-post jonleyge@tvoroyri.fo

Umsóknarfreist:
Umsókn, saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera Suðuroyar Barnaverndartænastu,

í hendi í seinasta lagi mánadagin 05 juli 2021.

Vit tilskila okkum rættin til ongan av umsøkjarunum at velja.

Til ber at søkja starvið, við at fara inn á leinkjuna her og fylla tómu teigarnir út.

SØK STARVIÐ

Søk
Legg fíla her leita lokalt...
Captcha