Blái Krossur Føroya
Útgivið
14. oktober 2024
Útgongur
25. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Títt Rúm hevur eitt áhugavert og fjøltáttað farloyvisstarv sum sálarfrøðingur leyst at søkja.

Ert tú álitisvekjandi, opin og samstarvssinnað/ur? Brennur tú fyri at gera mun ímillum børn, ung og vaksin, sum hava ella hava havt rúsbundin foreldur og at veita einstaklinga- og bólkaviðgerð? Ynskir tú at arbeiða við ráðgeving og viðgerð av foreldrum, sum uppliva rús sum eina avbjóðing í sínum foreldraleikluti ella í sínum nærsambondum? Og at vera við til at menna hjálpina og yrkisførleikarnar innan familjuarbeiði í Føroyum í mun til rús? So er hetta rætta starvið til tín.

Talan er um farloyvisstarv í eitt ár.

Um Títt Rúm
Títt Rúm er eitt fyribyrgjandi viðgerðartilboð til øll í aldrinum 0-35 ár, sum hava foreldur, sum hava ella hava havt rústrupulleikar, og familjur teirra. Talan er um eitt ókeypis lággáttartilboð, sum er partur av fyribyrgingardeildini hjá Bláa Krossi Føroya.

Viðgerðin í Títt Rúm verður tillagað til tørvin hjá teimum, sum venda sær til Tìtt Rúm. Tískil bjóðar Títt Rúm fleiri ymiskar viðgerðir, herundir:

  • Bólkatilboð til ymiskar aldursbólkar
  • Foreldrabólkar til foreldur í barnsburðarfarloyvi og Circle of Security Parenting bólkar
  • Einstaklingaviðgerð
  • Foreldraráðgeving og -viðgerð
  • Familjuviðgerð
  • Parviðgerð

Eisini arbeiða vit í Títt Rúm við kunnandi og fyribyrgjandi virksemi í mun til rús bæði á ymiskum miðlum, á skúlum og stovnum og til ymisk viðkomandi tiltøk.

Førleikakrøv
Vit søknast eftir starvsfelaga, sum:

  • Hevur útbúgving sum sálarfrøðingur
  • Hevur góðar førleikar at samstarva og til sjálvstøðugt at leggja til rættis og útføra egnar arbeiðsuppgávur
  • Hevur áhuga fyri í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar at luttaka í víðari menning av arbeiðnum hjá Títt Rúm
  • Tekur undir við Blákross hugsjónini

Vit bjóða

  • eitt spennandi starvsøki í støðugari menning
  • eitt arbeiðsumhvørvi við denti á yrkisføri og menning
  • tætt samstarv við starvsfelagar í einum vælvirkandi toymi
  • viðkomandi supervisión

Setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv, men møguleiki er fyri at arbeiða niðursetta tíð. Starvsheitið er sálarfrøðingur. Setanar- og lønartreytir eru sambært avvarðandi sáttmála. Setanarstaðið er Títt Rúm í Kongagøta 8, Tórshavn.

Umsókn saman við CV, prógvum, viðmælum v.m. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. okt. kl. 12.00.

Byrjað verður í starvinum 1. des. ella skjótast eftir tað.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Títt Rúm skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Alisu Hammer, leiðara í Títt Rúm T-post: alisa@blakross.fo, ella tlf. 770 709.

Umsóknin skal sendast til:
tittrum@blakross.fo
Att.: Alisa Hammer

Meira kann lesast um Títt Rúm á heimasíðuni www.títtrúm.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið