Lýsing
Dámar tær at arbeiða við samskifti og marknaðarføring? Og hevur tú hug til at verða við at fremja ætlanirnar, sum kommunan hevur á grønu leiðini? So hava vit møguliga rætta starvi til tín.
Burturkastið í Føroyum skal í enn størri mun gerast til eitt tilfeingi, har roynt verður at endurnýta og endurvinna so nógv sum til ber. Kommunala brennistøðin fer tí komandi árini at fáa nógvar nýggjar og spennandi uppgávur, ið tú verður partur av.
Vit sóknast tí eftir einum dugnaligum og ágrýtnum samskiftis- og marknaðarfólki til Kommunalu brennistøðina á Hjalla at hava ábyrgdina av samskifti, kundatænastu og marknaðarføring.
Tú kemur at vísa til leiðaran á Brennistøðini.
Arbeiðsuppgávur
Tínar arbeiðsuppgávur verða:
- at gera lýsingar og annað tilfar í sambandi við marknaðarføring og upplýsingar
- at hava samskifti við virkir, stovnar, skúlar og onnur sum venda sær til Brennistøðina og vegleiða teimum um tær tænastur Kommunala brennistøðin veitir