Lýsing
Listasavn Føroya søkir eftir einum listaáhugaðum samskiftisfólki at byrja 1.8.2022 ella sum skjótast.
Dugir tú at skriva fangandi tekstir, ið røkka langt út? Hevur tú áhuga í at miðla listaupplivingar á sosialum miðlum, og dugir tú væl at hugsa í visuellum/digitalum loysnum? Trívist tú við at leggja til rættis og stýra samskiftisverkætlanum? So ert tú kanska okkara nýggi barsilsvikarur.
Samskiftis- og miðlanarstarvsfólkið á Listasavni Føroya fer á barsil, og tí søkja vit eftir ársvikari. Starvið fevnir um samskiftispartin og er 30 tímar um vikuna. Hevur tú eisini førleikar innan miðlan og dugir at røkja menningina av tiltøkum til barnafamiljur og vaksin og útinna miðlanarverkætlanir kann talan vera um fulltíðarstarv (39,5 tímar).
Arbeiðsuppgávur:
• Skriva tekstir og taka myndir til sosialar miðlar (Insta og FB) og heimasíðuna.
• Skriva tíðindabrøv og seta teg í samband við fjølmiðlarnar, ferðaskrivstovur, skúlar, hotell o.a.
• Vera samskipari á grafiskum verkætlanum, týðingum/rættlestri, lýsingum og marknaðarføring.
Vit vænta:
• At tú hevur yrkisroyndir við samskifti og sosialum miðlum.
• At tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og skipað við teksti, myndum og myndaviðgerð.
• At tú dugir at menna hugskot og vera samskipari á samskiftisverkætlanum.
• At tú dugir væl at samskifta á skrivligum føroyskum og enskum.
• At tú trívist í einum skiftandi gerandisdegi og í einum dynamiskum arbeiðsumhvørvi.
Vit bjóða:
Eitt spennandi arbeiðspláss í menning, har tað altíð eru glaðir gestir og eldhugaðir skúlanæmingar – í einum húsi við bestu samlingini av føroyskari list. Starvið kann vera lagað eftir tínum førleikum.
Starvið er til umleið 1.9.2023. Løn sambært galdandi sáttmála og førleikum.
Arbeiðstíðirnar eru mánadag til fríggjadag sum oftast millum kl. 9.00-16.30. Kvøld- og vikuskiftisarbeiði kemur fyri, tá tiltøk eru á skrá.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til samskiftis- og listamiðlaran
Dagmar Winther á 210869 ella dagmar@art.fo ella stjóran á Listasavni Føroya Karinu Lykke Grand á 214282 ella karina@art.fo.
Umsókn og viðkomandi prógv skulu sendast áðrenn 7. juni 2022 til karina@art.fo.
Eftir ætlan vera starvssamrøður í viku 24/25. Starvsbyrjan er 1.8.2022 ella sum skjótast.
Les meira um Listasavn Føroya her: www.art.fo