Lýsing
Hevur tú áhuga fyri samskifti og miðlan, og hevur tú eygað fyri tí estetiska í máli og búna? Trívist tú í einum livandi umhvørvi har tú sleppur at mynda eitt av Føroya størstu arbeiðsplássum?
Landssjúkrahúsið sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum samskiftisfólki til Stjórnaskrivstovuna. Talan er um eitt fulltíðarstarv við setan 01.09.2023 ella eftir avtalu.
Í starvinum hevur tú eitt nú ábyrgd av at miðla tíðindi og kunningartilfar hjá Landssjúkrahúsinum og Sjúkrahúsverkinum sum heild til almenningin, politiskar myndugleikar og samstarvsfelagar. Eisini kemur tú at veita ráðgeving innan samskifti til starvsfólk á Landssjúkrahúsinum og hava samskipandi leiklutir innan ymiskar samskiftisuppgávur.
Tú kemur at verða partur av gerandisdegnum á Stjórnarskrivstovuni við tilvísing til sjúkrahússtjórnina á Landssjúkrahúsinum. Stjórnarskrivstovan er ein stápseind hjá sjúkrahússtjórnini, sum veitir tænastur til sjúkrahússtjórnina og restina av fyrisitingini.