Landsverk
Útgivið
4. oktober 2024
Útgongur
25. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú royndir við samskifti og dugir tú væl at miðla týðandi boðskapir á ymiskum miðlum? Brennur tú fyri at arbeiða við samskipan og samskifti til breiðan móttakarabólk? So er tað tær, vit leita eftir sum okkara nýggja starvsfelaga!

Tín leiklutur
Sum samskiftisfólk á Landsverki fært tú eitt týðandi ábyrgdarøki, har tú verður við til at samskipa okkara innanhýsis og uttanhýsis samskifti. Tú fert at hava tætt samstarv við leiðsluna og fakdeildirnar um at menna og fremja samskiftisstrategiir, ið tryggja eina greiða og ávirkandi miðlan av okkara boðskapi til almenningin, starvsfólk og samstarvspartar.

Høvuðsuppgávur verða millum annað:

  • Skriva og samskipa tíðindaskriv og annað kunningartilfar
  • Verða við til at dagføra og menna samskiftisstrategi
  • Røkja og menna talgildar miðlar, herundir okkara heimasíðu og sosialu miðlar
  • Samstarva við fjølmiðlar, og aðrar áhugapartar fyri at styrkja okkara samskifti
  • Aðrar uppgávur s.s. at taka lut í samskipanini av tiltøkum

Vit vænta, at tú:

  • Hevur viðkomandi útbúgving innan samskifti, miðlan ella líknandi
  • Dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt, hevur góð samstarvsevnir og strategisk flair
  • Hevur góðar førleikar í føroyskum og enskum, bæði skrivliga og munnliga
  • Dugir væl at brúka talgildar miðlar og hevur evni til at hugsa í visuellum/digitalum loysnum
  • Royndir innan fjølmiðlaøkið kunnu verða ein fyrimunur

Vælkomin á deildina
Tú verður ein partur av Deildini fyri skipan og menning. Vit eru ein blanding av nógvum, ymiskum yrkiskunnleika, og tínir starvsfelagar fáast við m.a. fyrisiting, KT, løgfrøði, HR og HTU. Tú fært eitt arbeiði við smidleika, har tað eisini verður rúm fyri lívinum uttan fyri skrivstovuna. Vit leggja dent á eitt opið sinnalag, ið miðar eftir loysnum, og at lagið er gott og stuttligt á skrivstovuni. Vit hava virðing fyri yrkiskunnleikanum hjá hvørjum øðrum og virðismeta eitt álitisfult arbeiðsumhvørvi.

Løn og setan
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv við tænastustaði á skrivstovuni í Havn. Starvið verður sett skjótast til ber. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi fakfelag. Starvið verður sett sum tíðaravmarkað starv í 9 mánaðir, men kann møguliga verða longt nakað (barsilsavloysari). Starvsetti má tola broytingar í starvinum.

Umsóknir
Prógv og lívrensl (CV) skulu saman við umsókn sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. oktober 2024. Nærri upplýsingar um starvið, kunnu fáast við at venda sær til Thomas Magnussen, deildarleiðara á tlf. 290 811 og thma@lv.fo, ella Asløg Schytter Andersen, fulltrúi á tlf. 290 815 og asan@lv.fo.

Um Landsverk
Sum landsins byggiharri stílar Landsverk fyri nøkrum av Føroya størstu og mest kompleksu byggi- og anlegsverkætlanum. Til eina og hvørja tíð eru fleiri enn 80 størri og minni verkætlanir í gongd. Harumframt er røkt av fleiri enn 200 bygningum hjá landinum upp á tilsamans 260.000 m2 og meiri enn 500 kilometrum av landsvegi, brúgvum og tunlum umframt tyrlupallum, vitum og landshavnum. Landsverk er eisini landsvegamyndugleiki og hevur ábyrgd av viðlíkahaldi og kavarudding. Stovnurin rekur eisini inntøkufíggjað virksemi í trimum grótbrotum og einum asfaltverki.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið