Starvsfelagið
Útgivið
1. april 2025
Útgongur
13. april 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú fakfelagspolitiskan áhuga og kundi hugsa tær at mynda Føroya fremsta fakfelag? Hevur tú hug at arbeiða í einum óformellum og dynamiskum umhvørvi, har trivnaður og menning eru í hásæti? Hevur tú útbúgving og royndir við miðlum, dugir at arbeiða við dagsins miðlapallum og at samskifta við politikarar? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Starvsfelagið søkir eftir avloysara fyri samskiftisfólk í farloyvi. Starvið er tíðaravmarkað at byrja skjótast gjørligt og fram til 1. august 2026.

Uppgávan hjá samskiftisfólkinum
Høvuðsuppgávurnar hjá samskiftisfólkinum eru m.a. at:

  • Veita limunum í Starvsfelagnum góða kunning um ætlanir og virksemi í felagnum
  • Gera Starvsfelagið sjónligt og kveikja áhuga millum starvsfólk í sáttmálaøkjum felagsins fyri at vera limir í Starvsfelagnum
  • Kunna almenningin, politisku skipanina og aðrar partar um mál, sum hava týdning fyri felagið og limir tess
  • Virka fyri at seta mál á dagsskrá, sum gagna limum felagsins og løntakararnar sum heild, m.a. samskifta við politisku skipanina fyri at fáa undirtøku fyri áhugamálum felagsins.

Hetta vænta vit
Vit vænta, at samskiftisfólkið í Starvsfelagnum dugir m.a. hetta:

  • Skriva og framleiða miðla- og kunningartilfar fyri felagið á góðum og løttum máli, ið verður sent til limirnar og almenningin
  • Umsita, dagføra og ritstjórna heimasíðuna og øðrum miðlapallum hjá felagnum
  • Kunna um virksemi felagsins
  • Ráðgeva, sparra og geva hugskot viðvíkjandi samskifti
  • Hevur góð samstarvsevnir, kann arbeiða sjálvstøðugt og vera før/ur fyri at arbeiða undir ávísum trýsti, viðhvørt uttan fyri vanliga arbeiðstíð

Útbúgving/royndir:
Tann, ið sett/ur verður, skal hava útbúgving í samskifti, journalistikki ella líknandi og/ella hava viðkomandi royndir.
Viðkomandi royndir kunnu t.d. vera frá:

  • miðla- og samskiftisráðgeving
  • innan- og uttanhýsiskunning
  • hugskotsgeving (sparring)
  • grafiskt virksemi og royndir
  • virksemi at fáa undirtøku fyri viðkomandi áhugamálum
  • arbeiði við nýggju sosialu miðlunum

Hetta bjóða vit
Tú fert at starvast í einum lítlum, óformellum og dynamiskum arbeiðsumhvørvi og fert at vera við í felags tiltøkum og uppgávum, sum felagið skipar fyri. Tað er møguligt at arbeiða niðursetta tíð, flextíð og at arbeiða heimanífrá eftir avtalu.

Tú hevur sjálv/ur møguleika fyri at menna og mynda starvið. Møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir. Vit ganga høgt uppí, at trivnaðurin á arbeiðsplássinum er góður, og vit sparra nógv og væl saman.

Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknir og freist
Umsóknir við prógvum, CV og møguligum viðmælum kunnu sendast til:

Starvsfelagið
J. H. Schrøtersgøta 9
Postrúm 165
110 Tórshavn

Ella við telduposti til: suni@starvsfelag.fo

Umsóknin skal vera Starvsfelagnum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 13. apríl 2025.

Vilt tú hava meira at vita um starvið, kanst tú seta teg í samband við Súna Selfoss, formann í Starvsfelagnum á tlf. 214868 ella t-post: suni@starvsfelag.fo

Starvsfelagið er eitt fakfelag við útvið 2.000 limum. Felagið umboðar m.a. skrivstovufólk, sosialráðgevarar, journalistar, teknikarar, sløkkiliðsfólk, siglandi fólk, málsviðgerar og nógvar aðrar fakbólkar. Felagið hevur sáttmálar við landið, kommunurnar og við Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri almennu partafeløgini Vága Floghavn, Posta og Føroya Tele. Starvsfelagið er í Fakfelagssamstarvinum, sum er samtak av fakfeløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum og er limur í norðurlendskum og altjóða samstarvsfelagsskapum fyri fakfeløg.

Líknandi størv

2. april 2025
Tekniskur samskipari   Faroe Islands nýtt
2. april 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið