Tórshavnar kommuna
Útgivið
21. marts 2025
Útgongur
4. april 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú journalistur ella samskiftisfólk og dugir tú væl at miðla tilfar, arbeiða á nýggju miðlapallunum og at taka myndir, so ert tú kanska okkara nýggja samskiftisfólk.

Høvuðsuppgávan er at skriva tíðindi til heimasíðuna og innannetið hjá Tórshavnar kommunu og at skriva røður og seta upp framløgur við modernaðum amboðum. Somuleiðis kanst tú vænta, at tú skalt loysa ítøkiligar samskiftisuppgávur í sambandi við ymiskar verkætlanir í kommununi. Myndatøka í sambandi við tiltøk hjá kommununi er eisini ein partur av starvinum.

Stjórnarskrivstovan
Stjórnarskrivstovan er skrivstovan hjá borgarstjóranum og stjórnini, og er staðsett í ráðhúsinum á Vaglinum. Í Stjórnarskrivstovuni starvast 11 fólk. Uppgávurnar hjá deildini fevna um løgfrøðiliga ráðgeving á kommunala økinum, samskiftisuppgávur- og ráðgeving eins og samskipandi uppgávur á ferðavinnu- og vinnuøkinum. Uppgávurnar hjá Stjórnarskrivstovuni fevna eisini um móttøkuna í ráðhúsinum, uppgávur í sambandi við umboðan og samskipan av virksemi hjá stjórnini í mun til politiska myndugleikan, býráðið og nevndirnar, og kommunalu umsitingina.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu
Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið