Landssjúkrahúsið
Útgivið
27. oktober 2023
Útgongur
15. november 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú áhuga fyri samskifti og miðlan, og hevur tú eyga fyri tí estetiska í máli og búnaði? Trívist tú í einum livandi umhvørvi, har tú sleppur at mynda eitt av Føroya størstu arbeiðsplássum?

Landssjúkrahúsið sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum samskiftisfulltrúa til Stjórnarskrivstovuna.

Talan er um eitt fulltíðarstarv við setan 01.01.2024 ella eftir avtalu.

Í starvinum stendur tú fyri at miðla tíðindi og kunningartilfar hjá Sjúkrahúsverkinum innanhýsis og til almenningin, politiskar myndugleikar og samstarvsfelagar. Eisini kemur tú at arbeiða við ymiskum arbeiðsbólkum, verkætlanum og strategiskum málum, sum leiðslan setur í verk. Harafturat kemur tú at veita ráðgeving innan samskifti til starvsfólk á Landssjúkrahúsinum og hava samskipandi leiklutir innan ymiskar samskiftisuppgávur.

Tú ert partur av gerandisdegnum á Stjórnarskrivstovuni á Landssjúkrahúsinum við tilvísing til sjúkrahússtjórnina á Landssjúkrahúsinum.

Arbeiðsuppgávur fevna m.a. um:

  • Veita ráðgeving til stjórar og depilsleiðslur
  • Fyriskipa og skriva tilmælir og orða svar uppá politiskar fyrispurningar
  • Samskipa størri samskiftisuppgávur
  • Samskipa samstarvið við miðlarnar
  • At orða tíðindaskriv og pro-aktivt at framleiða tíðindi til miðlapallar okkara
  • Styrkja um samleikan á SoMe
  • Myndatøku og video framleiðslu
  • Ábyrgd av heimasíðu, intraneti, kunningarskermum og øðrum kunningarplatformum
  • Innanhýsis frálæru í talgildu miðlapallunum
  • Grafiskar uppsetingar av faldarum og framløgum
  • Ymsar ad hoc uppgávur
  • Saman við starvsfeløgum á Stjórnarskrivstovuni at loysa dagligar fyrisitingarligar uppgávur, so sum ymiskar skrivarauppgávur

Vit ynskja at tú:

  • Hevur politiskt tev
  • Hevur viðkomandi hægri útbúgving
  • Hevur royndir innan samskifti
  • Ert uppsøkjandi, fyrikomandi, dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur góðan toymisanda.
  • Hevur hegni at virka á einum stórum stovni við nógvum aktørum
  • Dugir væl at orða teg skjótt og lætt á føroyskum og donskum
  • Dugir at framleiða ein tekst við fokusi á móttakara

Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Steinar Eirikstoft, forstjóra í Sjúkrahúsverkinum, á tlf. 234545 ella t-post steinar@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 15.11.2023.

Vinarliga søk starvið her.

Meira fæst at vita um Landssjúkrahúsið á heimasíðuni www.ls.fo.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini umframt Sjúklingahotellið í Keypmannahavn. Landssjúkrahúsið hevur áleið 133 sengur innan somatiska og psykiatriska økið, og samanlagt áleið 900 starvsfólk. Landssjúkrahúsið samstarvar við fleiri sjúkrahús uttanlands, og arbeiða konsulentar innan ymiskar sergreinar regluliga á sjúkrahúsinum.

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur áleið 24 sengur innan somatiska økið og samanlagt áleið 120 starvsfólk. Umframt føstu læknarnar starvast fleiri serlæknar regluliga á sjúkrahúsinum.

Suðuroyar Sjúkrahús hevur 26 seingjapláss innan somatiska økið og samanlagt hava áleið 110 starvsfólk sítt dagliga yrki á sjúkrahúsinum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið