Miðnám í Vestmanna
Útgivið
21. maj 2021
Útgongur
15. maj 2021
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vilt tú vera høgguslokkur á Miðnám í Vestmanna ?

Miðnám í Vestmanna er minsti Miðnámsskúli í Føroyum. Skúlin hevur í løtuni tilfeingisbreytina í gymnasialu skipanini og skipar fyri yrkisskeiðum til tilfeingisvinnurnar í Føroyum.

Fyrireiking av nýggjum yrkisskeiðum/framhaldsútbúgvingum, økt KT trygdarkrøv, økt talgilding av skúlaumsitingini hava við sær, at tørvur er á fleiri ørmum til gerandisuppgávur og høvdum at hugsa skúlin inn í framtíðina.

Tí søkja vit eitt starvsfólk til umsitingina á Miðnám í Vestmanna, at hjálpa okkum við øllum hesum.

Arbeiðsuppgávur

  • hugna um næmingar og lærarar
  • visjóns og menningararbeiði á skúlanum í samráð við leiðslu
  • skipa fyri evnisdøgum og felagstiltøkum
  • ábyrgd og samskipan av yrkisskeiðum
  • skrivstovuarbeiði
  • kunna undirvísa í onkrum av lærugreinunum á tilfeingisbreytini (fyrimunur ikki krav)
  • fyrifallandi arbeiði í gerandisdegnum

Vit vænta at tú

  • ert áhuga/ur í at menna skúlaskap í burðardyggari gagnnýtslu av náttúruni í Føroyum
  • hevur útbúgving á í minsta lagi bachelor stigi frá lærdum háskúla ella øðrum hægri lærustovni
  • hevur áhuga í menning av nýggjum yrkisskeiðum saman við vinnulívinum
  • dámar væl at samstarva í einum lítlum toymi.
  • hevur góðar KT førleikar og undirvísingarførleika í onkrum av  lærugreinunum á tilfeingisbreytini
  • ert sinnað/ur, at átaka tær nógvar ymiskar arbeiðsuppgávur

 

Vit bjóða

  • eitt nútímans og vælvirkandi skúlaumhvørvi við framúrgóðum og hugnaligum arbeiðsumstøðum.
  • ein skúla, sum er mentur til tilfeingisvinnurnar í Føroyum.
  • ein skúla har náttúru- og mentunnarkunnleiki hevur hægstu raðfesting í øllum virksemi skúlans. ein lítlan og hugnaligan skúla har
  • leiðsluhugburðurin er opin og fevnandi.

 

Setanar- og lønartreytir: 

Lønar- og setanartreytir verða eftir sáttmála ímillum avvarandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.    

Umsóknin skal sendast til mg@miv.fo ella miv@miv.fo

Freistin at lata umsóknina inn er 15 juni 2021

.

Líknandi størv

Føroya koolasta starv   Faroe Islands nýtt
24. april 2024
24. april 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið