Lýsing
Greengate Incoming søkir eftir einum eldhugaðum og ágrýtnum samkipara at traðka til í eitt farloyvisstarv. Talan er um fast starv á brøki 0,85 til setan frá 25.august 2025 og til og við 31. desembur 2026.
Tú verður ein týðandi partur av okkara toymi og fert at hava ábyrgd av vørumenning og samstarvi bæði innanlands og uttanlands og samstundis røkja okkara sosialu miðlar og heimasíðu. Starvið er fjølbroytt og krevur góð samskiftisevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt.
Arbeiðsøki
Sum samskipari kemur tú at:
- Menna og dagføra okkara vøruúrval
- Samskifta við útlendskar samstarvsfelagar, serliga við atliti til prísir og tilboð
- Byggja og styrkja samstarvið við føroyskar veitarar í sambandi við vørumenning
- Røkja og menna innihald á okkara sosialu miðlum
- Umsita og dagføra heimasíðuna
- Aðrar fyrifallandi uppgávur
Um teg
Vit ímynda okkum, at tú:
- Hevur viðkomandi royndir innan ferðavinnu, vørumenning, samskifti ella marknaðarføring
- Dugir væl at samskifta á bæði føroyskum og enskum
- Arbeiðir sjálvstøðugt, skipað og við ábyrgdarkenslu
- Hevur góðar telduførleikar og dugir at arbeiða við sosialum miðlum og heimasíðum
Vit bjóða
- Eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum livandi og lívligum arbeiðsumhvørvi
- Møguleikan at seta tín dám á vørumenningina hjá einari ferðavinnu í støðugari menning
- Góð samstarvsfólk og eitt fjølbroytt arbeiðsøki
- Løn og setanartreytir eftir avtalu
Umsókn og meira kunning:
Umsókn, lívsrensl og møgulig viðmæli skulu sendast til info@greengate.fo í seinasta lagi 20. juli 2025. Samtalurnar verða í viku 30. Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Erlu Patursson á erla@greengate.fo ella tel. 550521