SP/F Elding
Útgivið
4. oktober 2024
Útgongur
27. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir einum ágrýtnum og fyrikomandi samskipara til toymi okkara í Elding Tórshavn. Tú verður ein týðandi partur av dagliga arbeiðnum.

Um starvið
Talan er um barsilsavloysarastarv til og við 31.12.2025.
Starvið er fulla tíð og verður sett skjótast gjørligt.
Arbeiðsstaðurin er í Elding á Hoyvíksvegnum.

Arbeiðsuppgávur
Stóran leiklut í innkeyp av vørum
Gera lýsingarbløð & onnur lýsingarátøk
Hava regluliga vøruteljing

Hvør ert tú?
Vit sóknast eftir einum persóni, ið dámar at arbeiða við høgum tempo og dugir at hava fleiri bóltar í luftini í senn. Tær dámar at arbeiðsuppgávunar eru fjølbroyttar og at eingin dagur er eins, umframt at duga at samskifta við nógv ymisk fólk í senn. Tú dugir at orða teg í skrift og talu og kemur at samskifta á føroyskum, donskum og enskum.

Hvat bjóða vit tær?
Vit bjóða tær eitt spennandi og avbjóðandi starv, har tú sleppur at menna tíni evni at tilrættisleggja átøk, og at hugsa langt fram í tíðina. Tú kemur at hava stóra ávirkan á hvussu gerandisdagurin hjá starvsfólkunum sær út.

Royndir innan líknandi starv ella innan sølu og innkeyp er ein fyrimunur. Løn sambært avtalu.
Ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Herman Winther, virkisstjóra, á tlf. 529015, ella við at senda ein teldupost til herman@elding.fo.

Umsóknin skal sendast við teldupost til herman@elding.fo, í seinasta lagi sunnudagin 27. oktobur 2024.

Líknandi størv

4. oktober 2024
4. oktober 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið