Lýsing
Hevur tú góð evni at halda yvirlit og skapa framdrátt saman við øðrum? Trívist tú við at hava nógvar bóltar í luftini og tryggja, at arbeiðið flytir seg rætta vegin? So er tað kanska júst tær, vit leita eftir.
Um starvið
Sum samskipari verður tú ein virkin partur av KT-økinum, sum spælir ein lyklaleiklut í verkætlanum, har nýggjar vørur og tænastur verða mentar. Økið fevnir um eitt breitt arbeiðsøki – frá rakstri og viðlíkahaldi av skipanum til tøkniliga ráðgeving og menning av nýggjum loysnum. Vit arbeiða bæði við innanhýsis skipanum og tænastum, sum røkka víða út í samtakið. Hetta merkir, at uppgávurnar eru fjølbroyttar, og tú verður við til at skapa yvirlit, raðfesta og tryggja framdrátt – bæði í verandi uppgávum og teimum, sum liggja í bíðirøð. Tú hevur ábyrgd av at tryggja, at uppgávurnar eru væl greinaðar og lýstar, áðrenn tær verða settar í verk, eins og tú tekur stig til at beina burtur fyri forðingum, sum kunnu steðga gongdini. Eisini fert tú at stuðla undir og styrkja verandi mannagongdir á økinum.
https://www.ft.fo/samskipari-til-kt-okid-a-foroya-tele/