Landsbókasavnið
Útgivið
1. maj 2024
Útgongur
15. maj 2024
Staður
J.C. Svabos gøta 16 Postboks 61, 110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
annikas@landsbokasavnid.fo

Lýsing

Søkt verður eftir samskipara til móttøkuna at byrja 1. august 2024.

Starvið er fulla tíð, 39 tímar um vikuna, og arbeitt verður fyri ein part í vaktum tá bókasavnið er opið.

Bókasøvn hava til endamáls at fremja upplýsing, lærdóm og mentanarligt virksemi.

Landsbókasavnið hevur til uppgávu at vera tjóðbókasavn, univerversitetsbókasavn, vísindabókasavn og høvuðsbókasavn.

Sum høvuðsbókasavn fyri alt landið veitir Landsbókasavnið bókasavnstænastur til øll onnur bókasøvn í landinum og samstarvar við bæði føroysk og útlendsk bókasøvn um at veita bókasavnstænastu.

Starvið
Sum samskipari kunnu vit bjóða tær eitt fjølbroytt og áhugavert starv, har tú hevur ábyrgd av og leggur arbeiðið til rættis í móttøkuni. Tín uppgáva verður at veita viðskiftafólkum okkara eina framkomna og tíðarhóskandi bókasavnstænastu í tøttum samstarvi við tínar starvsfelagar.

Av tí at tú hevur dagligt samskifti við okkara viðskiftafólk bæði andlit til andlits, í talu og í skrift, er tað týdningarmikið, at tú sum móttøkufólk trívist saman við fólki tú ikki kennir.

Høvuðsuppgávurnar hjá samskiparanum eru at leggja arbeiðið í móttøkuni til rættis og at avgreiða lánarar. Harumframt fevnir arbeiðið um aðrar skrivstovuuppgávur sum eru knýttar at virkseminum á Landsbókasavninum.

Til starvið krevst skrivstovuútbúgving ella viðkomandi royndir og at tann ið sett/settur verður, hevur

  • góð samstarvsevni
  • sjálvstøðugt arbeiðslag
  • góðan tænastuhugburð og dirvi at taka ábyrgd
  • góðan røkjuskap og er álítandi og fleksibul
  • tú skal kenna teg trygga/-n at nýta KT-skipanir og talgildar loysnir
  • góðar málførleikar í føroyskum, norðurlendskum og enskum í skrift og talu

Vit kunnu bjóða

  • Eitt fjøltáttað og spennandi starv í einum gevandi arbeiðsumhvørvi
  • Góða upplæring
  • Skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Eitt gott toymi har dentur verður lagdur á trivnað

Setanartreytir
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Hevur hetta áhuga
kanst tú senda skrivliga umsókn, saman við avritum av prógvum og yrkisleið (cv) til:

Anniku Smith, Landsbókasavnið, J.C. Svabos gøtu 16, Postsmoga 61, FO-110 Tórshavn ella annikas@landsbokasavnid.fo

Umsóknerfreistin er 15. mai.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Smith, landsbókavørð tlf. 340511.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið