Klaksvíkar Sjúkrahús
Útgivið
26. maj 2023
Útgongur
11. juni 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir samskipara til fast starv at byrja 1. august 2023. Arbeiðstíðin er 25 tímar/viku. Starvið hevur virkað síðani 1. januar 2022 sum verkætlanarstarv.

Tænstudeildin tekur sær av millum annað innkeypi av vørum, klædnavaski og reingerð. Á deildini arbeiða 25 starvsfólk.

Uppgávurnar eru m.a.:
· At hava samskipandi leiklut í mun til reingerð og ístandgerð
· At vegleiða starvsfólk og skipa fyri neyðugari upplæring
· At gera arbeiðsætlan
· At hjálpa til í leiðbeiningini, og annað fyrifallandi arbeiði
· At samskipa uppgávur, t.d. skipan av tiltøkum og undirvísing
· Umsiting av læknaíbúðum.

Førleikakrøv
Vit ímynda okkum at tú:
· hevur áhuga og eyga fyri góðum reinføri
· hevur góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt, men samstundis er samstarvsinnað/ur, fyrikomandi og fleksibul
· ert álítandi, røkin og vælskipað/ur í dagliga arbeiðnum
· sjálv/ur dugir at síggja hvat krevur ábøtur
· hevur viðkomandi starvsroyndir

Tað skal falla tær lætt at brúka KT og at seta teg inn í nýggjar loysnir, tá KT-skipanir stuðla undir arbeiðnum á tænastudeildini.

Setanarviðurskifti: Starvið verður sett eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið, lønarflokk 4.

Hevur tú spurningar ella vilt hava meira at vita um starvið, kanst tú venda tær til leiðaran á Tænastudeildini, Birnu Jacobsen á telefon 23 54 70, ella á telduposti birnaja@ks.fo.

Umsókn saman við CV og møguligum viðmælum verður send við teldubrævi til umsokn@ks.fo.

Umsóknarfreistin er 11. juni 2023.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara www.ks.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.

Líknandi størv

4. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið