Runavíkar Kommuna
Útgivið
19. november 2024
Útgongur
28. december 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tað týdning fyri teg at veita góða tænastu og hava ábyrgd?

Ynskir tú eitt fjølbroytt og áhugavert starv?

So er hetta kanska dreymastarvið hjá tær!

Runavíkar kommuna er í stórum vøkstri og krevur hetta alsamt meir av umsitingini, eins og uppgávurnar og krøvini eru vaksandi. Tekniska deild stendur á odda fyri at viðlíkahalda og menna felagsogninirnar hjá íbúgvunum í Runavíkar kommunu, og er eitt avbjóðandi og spennandi starv leyst at søkja í Teknisku deild.

STARVIРSUM SAMSKIPARI
Samskiparin, sum er ein lyklapersónur á Teknisku deild, vísir til býarverkfrøðingin og stendur fyri móttøku, meting, planlegging og uppfylging av øllum málum sum koma til Teknisku deild, í tøttum samstarvi við býarverkfrøðingin. Harumframt kemur samskiparin eisini at arbeiða við at gera skrivligar mannagongdir fyri kjarnutænasturnar hjá Teknisku deild, umframt at hava ábyrgdina av skrivarauppgávum og journalisering.

Týdningarmiklastu uppgávurnar hjá samskiparanum:

  • Skipa fyri stýring av øllum málum
  • Móttøka og skrivari fyri býarverkfrøðingin
  • Umsita journalskipan, málrøkt og rættlestur
  • Uppfylging av býráðssamtyktum
  • Samskifta við borgarar og almennar stovnar
  • Viðvirkað til áhaldandi at menna og at gera virksemið einfaldari

Førleikakrøv
Ynskiligt er at umsøkjarar hava flest allar av hesum fakligu førleikum:

- Hóskandi útbúgving innan økið
- Royndir innan fyrisiting og kennir fyrisitingarliga handverkið
- Kunnleika og royndir við journalskipan
- Royndir í at samskipa og stýra samlaða virkseminum hjá eini deild
- Góð analytisk evni og góðan telduførleika
- Dugir væl at samskifta og málbera teg á føroyskum í skrift og talu

Persónligur førleikar
Ynskiligt er at samskiparin hevur flest allar av hesum førleikum:

- Er framsøkin og dugir at taka ábyrgd
- Tænastusinnað/ur, nærverandi og týðilig/ur
- Góð evni og dámar væl at samstarva og samskifta
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- Ert røkin og hevur gott yvirlit
- Fyrikomandi við jaligum  sinni er opin fyri tillagingum

Løn og seta
Starvið verður sett skjótast gjørligt, og verður lønt sambært sáttmála millum starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Umsókn og upplýsingar
Umsóknir skulu verða Runavíkar kommunu í hendi í seinasta lagi hósdagin 28. November 2024.

Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Maritu Hentze, býarverkfrøðing á tlf. 237070, ella við telduposti til: marita@runavik.fo. Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Runavíkar kommunu: www.runavik.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið