Útgivið
14. februar 2022
Útgongur
1. marts 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Samskipari til Visit Sandoy

Visit Sandoy søkir eftir einum ágrýtnum samskipara, sum skal vera við til at birta upp undir og samskipa ferðavinnuna í økinum. Ferðavinnan er í vøkstri og við Sandoyartunlinum verða enn fleiri møguleikar. Hevur tú hug til at vera við til at skapa góð gróðrarlíkindi fyri ferðavinnuni á Sandoynni og Skúvoy? Ynskir tú at royna tínar veingir innan ferðavinnuna?

Starvið er fjølbroytt og í tøttum samstarvi við veitarar í økinum, kommunur og áhugafeløg. Harumframt eru aðrar kunningarstovur og Visit Faroe Islands sjálvsagdir samstarvsfelagar. Vit bjóða tær góðar møguleikar at menna teg fakliga og persónliga.

Uppgávurnar eru millum annað:

  • Marknaðarføring á talgildum miðlum, røkja sosialar miðlar og heimasíðu
  • Menna og samskipa ferðavinnutilboð og tiltøk
  • Ábyrgd av talgildu summarhúsaskipanini
  • Kunning um møguleikar í økinum umvegis telefon, teldupost og til vitjandi, sum støkka inn á gólvið
  • Avgreiðsla av Sands Bókasavni. Tó er sjálvvirkandi lániskipan, og fevnir uppgávan tí serliga um at samskipa tiltøk, fyrilestrar, bókaframløgur o.s.fr.

Førleikakrøv
Vit ynskja, at tú hevur góð samstarvsevni, ert ágrýtin og jalig/ur av lyndi. Vit leita eftir einum persóni, sum dugir væl at orða seg í skrift og talu, sum arbeiðir skipað og trívist við at arbeiða sjálvstøðugt.

Tað er ein fyrimunir um umsøkjarar:

  • Eru stinnir í teldukunnleika og sosialum miðlum
  • Hava royndir við heimasíðuskipanum
  • Hava viðkomandi útbúgving
  • Hava kreativan sans, og gott hugflog
  • Megna at arbeiða sjálvstøðugt
  • Hava góðan málkunnleika; serstakliga í føroyskum, enskum og skandinavisku málunum

Lønar- setanartreytir eru sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Talan er um hálvtíðarstarv á 20 tímar um vikuna, og verður sett 10. Mars, ella skjótast til ber. Arbeiðstíðirnar eru gerandisdagar og starvsstaðurin er í hølunum hjá Sands Kommunu á Sandi. Viðkomandi vísir til leiðaran á Visit Sandoy.

Umsókn og samband
Umsóknarfreistin er Týsdagin 1. mars. 2022. Umsókn, prógv og lívsrensl skulu sendast til: runi@visitsandoy.fo. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, eru vælkomin at seta seg í samband við Rúna Arge Mortensen, leiðara, runi@visitsandoy.fo ella á telefon 222116.

Líknandi størv

Køkshjálp   Faroe Islands nýtt
11. april 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið