Tjóðsavnið
Útgivið
8. marts 2026
Útgongur
26. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Summarstarv, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Vit leita eftir álítandi og fyrikomandi savnsvaktum, ið ynskja at vera við til at skapa minniligar upplivingar fyri vitjandi okkara – umframt vera partur av einum toymi, ið saman arbeiðir at tryggja føroyska mentanararvin.

Vaktirnar byrja 1. mai og upplæring er væntandi í viku 17 ella viku 18.

Uppgávurnar hjá tær

  • kundatænasta og vegleiðing
  • søla av atgongumerkjum
  • søla í savnsbúðini
  • hava eftirlit við framsýningunum í Brekkutúni, Hoyvíksgarði og á Hvalastøðini við Áir
  • hjálpa til við tiltøkum
  • annað fyrifallandi arbeiði

Arbeiðsuppgávurnar eru sera fjølbroyttar, og tú kemur at arbeiða í øllum trimum framsýningunum.

Vit leita eftir tær, sum…

  • hevur lætt við at koma í samband við fólk
  • tosar føroyskt, skandinaviskt og enskt
  • brennir fyri at veita eina góða kundatænastu
  • trívist við skiftandi arbeiðsuppgávum
  • hevur ein natúrligan myndugleika og torir at taka ábyrgd
  • Hevur góðan røkjuskap, ert álítandi og fleksibul
  • hevur koyrikort
  • kanst arbeiða alt tíðarskeiðið frá 1/5-30/9

Møguliga hevur tú royndir innan handil, men hetta er ikki eitt krav, tí upplæring verður givin.

Hví velja eitt summarstarv á Tjóðsavninum?

  • tú fært góða upplæring, so tú kennir teg trygga/n í øllum uppgávum
  • tú verður partur av einum góðum toymi, har trivnaður og samstarv er í hásæti
  • tú fært eitt mennandi, øðrvísi og gevandi summarstarv í sermerktum og vøkrum arbeiðsstøðum
  • tú vinnur tær góðar royndir innan kundatænastu, ferðavinnu og trygd/eftirlit

Hvussu er arbeiðstíðin?
Framsýningarnar hjá Tjóðsavninum hava opið hvønn dag millum kl. 10-17 frá mai-septembur. Arbeitt verður eftir einum skiftandi skema. Tað hevur týdning, at tann, ið sett/ur verður, kann traðka til, tá tørvur er á tí.

Hvat er lønin?
Størvini eru tíðaravmarkað og sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið í flokki I. Tímalønin í løtuni er 152,75 + feriu- og eftirløn, umframt vaktargjøld í vikuskiftum og á halgidøgum.

Hvar fært tú meir at vita um starvið?
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Tjóðsavnið, Rannvá Winkler, savnvørð, á tlf. 790575.

Hvussu søkir tú?
Tað gert tú á Alfred.fo – Savnsvaktir til Tjóðsavnið - summarið 2026 | Tjóðsavnið í seinasta lagi 26/3.

Líknandi størv

8. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið