TJÓÐSAVNIÐ
Útgivið
23. september 2022
Útgongur
7. oktober 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Vitjandi
28

Lýsing

Tjóðsavnið søkir eftir avloysara til fólkalívsdeildina at seta í starv fulla tíð frá 1. november 2022 ella so skjótt til ber.
Starvið er tíðaravmarkað til 30. juni 2023.

Fólkalívsdeildin tekur sær av fólkalívsfrøðiliga rannsóknar- og granskingarvirksemi stovnsins og varðar av søvnum, ið viðvíkja yngri tíð og miðlingini av virkseminum, herundir framsýningargerð. Deildin hevur eisini ábyrgd av røkt og menning av talgildum skráum og veitan av fakligari ráðgeving til bygdasøvn.

Ábyrgdarøkið hjá setta savnsvørðinum er at savna inn, skráseta, varðveita, granska, miðla og sýna fram mentanararv landsins frá nýggjari tíð.

Førleikar:
Vit vænta, at tú hevur:
‐ hægri útbúgving í søgu, fólkalívsfrøði ella líknandi útbúgving
‐ góð evni at samskifta við ymisk fólk
‐ góðan málsligan kunnleika í føroyskum, norðurlendskum og enskum
‐ góð miðlanarevni í skrift og talu
‐ góð evni at skipa tín egna arbeiðsdag

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Vit kunnu bjóða
Eitt sjálvstøðugt starv við sera fjøltáttaðum, spennandi og avbjóðandi uppgávum, við nógvum samskifti inn- og úteftir.
Møguleiki verður at arbeiða við egnum hugskotum og bundnum uppgávum.

Fleiri upplýsingar
Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Herleif Hammer, stjóra á Tjóðsavninum, tlf. 340500 ella herleifh@savn.fo, fyri at fáa meira at vita um starvið.

Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til savn@savn.fo

Umsóknir skulu vera Tjóðsavninum í hendi í seinasta lagi hósdagin 6. oktober 2022

Tjóðsavnið er eitt náttúru- og fornminnissavn. Høvuðsuppgávan hjá Tjóðsavninum er at savna inn, skráseta, varðveita og granska og miðla í náttúru- og mentanarvirðum landsins. Savnið skal fremja upplýsing og útbúgving innan mentan og náttúru, so stuðlað verður undir samfelagsmenningini, samstundis sum savnið vegna landið umsitur lóggávu og stuðulsskipanir á økinum. Savnið skal miðla arbeiðið á stovninum gjøgnum útgávur, framsýningar, tiltøk og undirvísing fyri ung og gomul.

Líknandi størv

Gigni søkir 2 heilsufrøðingar   Faroe Islands nýtt
7. oktober 2022

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið