KLAKSVÍKAR SJÚKRAHÚS
Útgivið
2. februar 2023
Útgongur
22. februar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum og heilsurøktarum í tíðarskeiðnum 01. juni til 31. august 2023. Arbeitt verður í skiftandi vaktum. Arbeiðstíðin er 32 tímar/viku ella eftir nærri avtalu.

Seingjadeildin er blandað skurð- og medisinsk deild, har tikið verður ímóti akuttum og planløgdum sjúklingum. Dagskurð og viðrakning er á deildini. Deildin hevur pláss fyri 22 sjúklingum. Í sjúkrarøktini verður arbeitt í toymum.

Krøv til umsøkjaran:

  • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • royndir frá skurð- og medisinskari deild er ein fyrimunur
  • góð tvørfaklig samstarvsevni
  • góðan telduførleika
  • undirvísa og miðla vitan skrivliga eins væl sum munnliga til starvsfelagar, sjúklingar,
    avvarðandi og aðrar samstarvspartar, eisini primera sektorin
  • vilja og evni at brúka reflektión sum lið í menningini.

Vit kunnu bjóða:

  • innleiðslu og upplæring
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • positivt tvørfakligt samstarv
  • dynamiskt og fjøllbroytt arbeðisumhvørvi við nógvum spennandi avbjóðingum.

Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri upplýsingar fáast frá Miriam Hjelm, medisinskur deildarleiðari tlf 404558 ella teldupost miriam@ks.fo ella Ingrid Petersen, kirurgiskur deildarleiðari, tlf 404550 ella teldupost ingpe@ks.fo

Umsókn, saman við prógvi, góðkenning og møguligum viðmælum, skal sendast til umsokn@ks.fo.

Umsóknarfreistin er mikudagin 22. februar 2023.

Á heimasíðuni www.ks.fo er meira kunning um Klaksvíkar sjúkrahús.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara www.ks.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.

Líknandi størv

Gongsfólk til Hvíldarheimið Naina   Faroe Islands nýtt
12. november 2025
12. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið