Lýsing
Serarbeiðari til betong- og lendisarbeiði.
Vit søkja eftir royndum serarbeiðara til betong- og lendisarbeiði.
Uppgávur:
Tú kemur í høvuðsheitum at arbeiða við uppgávum innan betong- og lendisarbeiði. Aðrar uppgávur kunnu eisini koma fyri.
Um teg sjálvan:
Tað er eitt krav, at tú hevur royndir við betong- og lendisarbeiði. Vænta verður, at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt. Eisini er tað eitt krav at tú hevur koyrikoyrt.
J&K bjóðar:
- Spennandi arbeiðsumhvørvi
- Góðar arbeiðsumstøður
- Fjørtáttaðan arbeiðsdag
Løn.
Starvið verður lønt smb. sáttmála við Havnar Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Nærri upplýsingar um starvi fáast við at venda sær til Finnur Joensen, HR-leiðara á tlf. 585036.
Umsóknarfreistin er 30.juni 2020 og skulu umsóknir við viðmælum v.m. sendast til:
J&K Petersen Contractors
Postrúm 3179
Fo-110 Tórshavn