Sp/f Drakkar Smiður
Lýsing
- Tú skalt hava drúgvan kunnleika um at tekna trappur, umframt køkar og møblar.
- Tað er ein fyrimunir, um tú hevur grundleggjandi førleikar í træskurði.
- Tú skalt hava royndir við at arbeiða við snikkaramaskinum, sum t.d. borðfresara, avrætttara, hølvimaskinu og bandsag.
- Eisini er neyðugt at tú hevur royndir við timburmannaarbeiði, sum at smíða veggir, tak og klædning og við træsmíð.
Arbeiðsuppgávur eru at máta, tekna og útinna. Harumframt skalt tú hava ábyrgd av einum arbeiðara uttan snikkara- og timburmannaroyndir.
Arbeiðsstaðurin er í høvuðsheitum í Havn, men vit arbeiða eisini runt alt landið.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jonathan Miranda á tlf. +298 513481.
Umsókn skal sendast til drakkarsmidur@gmail.com.
Umsóknarfreistin er 13. mars.