Útgivið
17. september 2021
Útgongur
3. oktober 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Serligur ráðgevi til Góðskudeildina

Vit leita eftir einum royndum og dugnaligum starvsfelaga til eitt nýtt og spennandi starv í Góðskudeildini. Viðkomandi kemur at hava ein týdningarmiklan leiklut í at leggja lívfrøðiligar ætlanir og samskifti við myndugleikar til rættis. 

Tín vangamynd 

Vit ímynda okkum, at tú hevur: 

  1. Hægri útbúgving innan samfelagsfak ella fyristing og ein stóran áhuga fyri framleiðslu, lívfrøði og alivinnu, ella
  2. Hægri lívfrøðiliga ella náttúravísindaliga útbúgving við royndum og áhuga fyri fyrisiting og myndugleika samskifti.

Royndir innan fyrisiting, málsviðgerð og projektleiðslu eru ein fyrimunur. Harumframt er kunnleiki til 360 journalskipan ein fyrimunur. Tað er týdningarmikið, at tú hevur persónligar og fakligar eginleikar at samskipa rakstrarætlanir við nógvum áhugapørtum. Til hetta krevst tyngd og sómi til at kunnu handfara innanhýsis samskifti og uttanhýsis samskifti við myndugleikar.

Tú trívist við at hava yvirskipaða ábyrgd av avbjóðandi fyrisitingarligum uppgávum, sum skulu loysast í samstarvi við aðrar deildir.

Tað er eitt krav at tú dugir at samskifta á føroyskum, donskum og enskum í skrift og talu. 

Starvið
Sum serligur ráðgevi fert tú at hava ábyrgd av at leggja ali- og rakstrarætlanina hjá Bakkafrost til rættis. Herundir at tryggja at atlit verður tikið til djóravælferð, myndugleikakrøv og rakstrarætlanir. Tú spælir lyklaleiklut í mun til myndugleikar. Tú fært ábyrgd av at samskipa uppfylging uppá boð, útføring, skjalfesting og kunning í hesum sambandi.

Tú verður partur av Góðskudeildini, ið varðar av djóraheilsu og djóravælferð, matvørutrygd- og góðsku og umhvørvisviðurskiftum. Góðskudeildin samstarvar við aðrar deildir í Bakkafrost samtakinum og miðar eftir at veita holla ráðgeving og dygdarloysnir til allar partar í samtakinum.

Á Góðskudeidini fært tú dugnaligar starvsfelagar, sum arbeiða samstarva væl á einum høgum fakligum støði.

Starvstaðurin er á Glyvrum. 

Vit bjóða 
Hjá Bakkafrost raðfesta vit eitt gott arbeiðsumhvørvi og trivna. Í starvinum er stórur møguleiki fyri fakligari og persónligari menning. Harumframt kunnu vit bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir
Talan er um fulltíðarstarv, sum er 40 tímar um vikuna.

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Annu Johansen, deildarleiðara, á tel. 23 50 20, ella við telduposti til anjo@bakkafrost.com.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta her.

Umsóknarfreist 
Starvið verður sett sum skjótast. Umsóknarfreistin er 3. oktober 2021.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost 
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Harumframt hevur Bakkafrost biogassverkið FÖRKA. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið