Sernám
Útgivið
10. oktober 2024
Útgongur
27. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Talan er um eitt fast starv á fulla tíð at byrja 1. desember 2024 ella skjótast eftir tað.

Arbeiðsøkið hjá Sernámi er um alt landið.

Høvuðsuppgávur í starvinum eru:
• Veita sernámsfrøðiliga ráðgeving og vegleiðing til starvsfólk í skúlum og á dagstovnum og
til foreldur
• Samstarva við starvsfólk og foreldur um sálarfrøðilig og sernámsfrøðilig átøk
• Samskipa átøk við støði í tilmælum í samráð við starvsfólk í skúlum og á dagstovnum
• Eygleiða og ráðgeva í mun til skipan av sernámsfrøðiligum átøkum í skúlum og á
dagstovnum
• Samstarva tvørgreinaligt innanhýsis og uttanhýsis

Arbeiðsøkið er stórt og fjølbroytt við nógvum samskifti við starvsfólk, leiðslur, avvarðandi og aðrar viðkomandi stovnar, og tí vænta vit, at umsøkjari:
• Hevur førleika at arbeiða við sernámsfrøðiligum avbjóðingum
• Er við í at menna sálarfrøðiliga og sernámsfrøðiliga virksemið í skúlum og á dagstovnum
• Er við í tvørfakligum samstarvi, innanhýsis og uttanhýsis
• Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni
• Dugir at skapa álit
• Dugir at samstarva við skiftandi fakbólkar
• Hevur áhuga fyri avbjóðingum, er fúsur at royna nýggjar leiðir og tolir broytingar
• Dugir at orða seg í skrift og talu

Vit bjóða:
• Áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum
• Tvørfakligt mennandi umhvørvi í tøttum samstarvi við starvsbólkarnar í Sernámi
• Fakligt samstarv við sernámsfrøðiligu ráðgevarnar í Sernámi
• Førleikamenning eftir umstøðum og tørvi

Førleikakrøv:
Útbúgving sum lærari ella námsfrøðingur við eftirútbúgving/hægri útbúgving innan sernámsfrøði.
Royndir innan sernámsfrøðiliga økið er ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Fyrimun hava
umsøkjarar við útbúgving ella royndum innan skúlaverkið.

Setanartreytir til starvið:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Margreth Olsen, stjóra, á telefon 360 200 ella í teldubrævi til margreth@sernam.fo.

Umsóknarfreist:
Umsóknir við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 27. oktober 2024 og skulu sendast til:

Sernám
Bókbindaragøta 8
FO-100 Tórshavn
ella sum teldubræv til starv@sernam.fo

Sernám veitir sernámsfrøðiliga ráðgeving, vegleiðing og stuðul, soleiðis at børn og ung (0-18 ár) kunnu styrkjast í menningini, sum umfatar sosiala, kropsliga, persónliga, málsliga og kognitiva menning.

Tann, sum settur verður, má verða sinnaður at luttaka virkin í at menna Sernám sum stovn
umframt at tola broytingar í starvinum

 

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið