Irish Pub
Lýsing
Vit sóknast eftir serveringsfólki til okkara hugnaligu og væl vitjaðu matstovu. Arbeiðið fevnir um fastar vaktir, umframt avloysarar.
Arbeiðstíðir:
Fastar tíðir: Týsdag til hósdag kl 11-16 og fríggjadag kl 11-15.
Umframt hetta so eru avloysarar til um kvøldarnar og vikuskiftini eisini vælkomin.
Tínar uppgávur:
- Veita góða tænastu til okkara gestir
- Fyrifallandi arbeiði í samband við matstovuna og uppvasking
- At hjálpa til tá á stendur, serliga um summarið
- Luttaka í góðum samstarvi við restina av starvsfólkatoyminum
Vit bjóða:
- Eitt arbeiðspláss við góðum felagsskapi og einum positivum og tryggum umhvørvi
- Upplæring, so tú kennir teg tryggan at fara til arbeiðis
- Eitt fjølbroytt og virkið arbeiðspláss, har tú møtir nógvum fólki
Vit vænta, at tú:
- Ert álítandi og hevur gott yvirlit, eisini tá nógv er at gera
- Dugir at taka ábyrgd av tínum arbeiðsøki
- Dugir at samskifta vinarliga og greiðliga
- Kann byrjar 01. juli til upplæring
Soleiðis søkir tú: Send eina umsókn til gurli@irishpub.fo
Vit gleða okkum at hoyra frá tær