Lýsing
Vegna økt virksemi innan reina orku leita vit eftir einum service teknikara, sum vil gerast partur av okkara dugnaliga starvsfólkahópi, sum í dag telur 30 starvsfólk. KROSSTEIN er størsti HVS útbjóðari í Føroyum. Vit veita tilfar, tænastur og ráðgeving innan reina orku, vatn, hita, fríska luft, baðirúm og frítíð.
Arbeiðsøki
- At verða partur av røkt og menning av okkara kundatænastu innan reina orku og hitapumpur
Arbeiðsuppgávur
Í høvuðsheitum verða arbeiðsuppgávurnar úti hjá kundunum, so vit vænta, at tú ert fyrikomandi, tænastusinnaður, sjálvstøðugur og førur fyri at røkka ásettum málum. Fyrimunur er, um tú hevur rørleggjara- og/ella el-royndir, men ikki ein treyt.
Vit bjóða tær
- Eitt arbeiðspláss í støðugari menning
- Dugnaligar starvsfelagar
- Gott starvsfólkaumhvørvi
- Løn eftir avtalu
Umsókn og freist
Um tú vilt vita meira, so ert tú vælkomin at ringja til Høgna Nielsen, leiðara fyri Orkutoymi á tlf. 344608.
Starvið verður sett, so skjótt tann rætti søkir.
Send umsókn til: hogni@krosstein.fo.