Landsverk
Útgivið
4. marts 2024
Útgongur
17. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú dugnalig/ur, sjálvstøðug/ur og hevur royndir við service og viðlíkahald av bilum og entreprenørmaskinum? So er hetta starvið kanska nakað fyri teg.

Vit leita eftir ýdnum handverkara, sum kann taka ábyrgd av at hava tænastueftirlit og umvæla entreprenørmaskinur okkara kring landið. Í hesum starvinum ert tú ein týðandi partur av toyminum og ert við til at at halda maskinurnar í besta standi.

Arbeiðsuppgávur
Talan er um sjálvstøðugt arbeiði, sum fevnir um service og umvælingar av entreprenørmaskinum og bilum, umframt smiðjuvakt í sambandi við vetrarhald. Tú fært ábyrgd av, at bilar og maskinur fáa tænastueftirlit til tíðina. Hetta merkir, at tú altíð hevur eitt dagført yvirlit yvir, hvørjar maskinur fara at hava tørv á viðlíkahaldi, og avtalar við brúkaran, nær tað hóskar inn í hansara arbeiði, at tú kemur at veita service.

Tá tú ikki ert úti og veitir sevice, so er títt arbeiðsøki á smiðjuni í Kollafirði ella á Lambareiði.

Førleikakrøv
Tú ert antin útbúgvin maskinist, maskinsmiður, bilsmiður ella líknandi, ella tú bara hevur fitt av royndum á økinum. Eisini skalt tú hava gott tekniskt innlit. Tað er ein fyrimunur, um tú eisini hevur royndir við mekaniskum arbeiði, tó at tað ikki er ein treyt. Hinvegin er tað eitt krav, at tú hevur bæði vanliga og stóra koyrikortið.

Harafturat vænta vit, at tú ert ábyrgdarfull/ur og álítandi, megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.

Tú verður lærd/ur upp og sett/ur inn í mannagongdir, ið eru viðkomandi fyri títt arbeiði.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú vísir arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávum.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fastlønt fulltíðarstarv. Roknast má við nakað av úrtíðararbeiði og forskotnari arbeiðstíð í vetrarhálvuni. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Fasti arbeiðsstaðurin er antin á Lambareiði ella í maskinmiðstøðinum í Kollafirði, men arbeiðsøkið fevnir um alt landið.

Umsóknir
Umsókn og lívsrensl (cv) kunnu sendast okkum umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 17. mars 2024.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Allan Magnussen, leiðara fyri maskinumsitingini á tlf. 290 725 ella teldupost alma@lv.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið