Lýsing
Landsverk søkir eftir einum dugnaligum og álítandi handverkara ella líknandi við góðum handalagi til Virkisdeildina.
Arbeiðsuppgávur
Talan er um eitt sjálvstøðugt arbeiði, sum fevnir um service og umvælingar av entreprenørmaskinum og bilum, umframt smiðjuvakt í sambandi við vetrarhald. Tú kemur at hava ábyrgd av, at service verður gjørd av maskinum og bilum. Tú fylgir við og ger avtalur við brúkaran um at gera service. Tá service-avtalur ikki eru tøkar, so er títt arbeiðsøkið í smiðjuni í Kollafirði.
Førleikakrøv
Tú ert antin útbúgvin maskinist, maskinsmiður, bilsmiður ella líknandi, ella tú bara hevur fitt av royndum á økinum. Eisini skal tú hava gott tekniskt innlit. Tað er ein fyrimunur, um tú eisini hevur royndir við mekaniskum arbeiði, tó at tað ikki er ein treyt. Hinvegin er tað eitt krav, at tú hevur bæði vanliga og stóra koyrikortið.
Sum persónur ert tú forvitin og hevur dirvi til at seta teg inn í nýggjar uppgávur. Harafturat vænta vit, at tú ert samstarvandi, arbeiðssamur/-som, dugnalig/ur og væl skipað/ur. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og ein arbeiðsglaður viðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið.
Tú verður lærd/ur upp og sett/ur inn í mannagongdir, ið eru viðkomandi fyri títt arbeiðið.
Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú vísir arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávum.
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fastlønt fulltíðarstarv. Roknast má við nakað av úrtíðararbeiði og forskotnari arbeiðstíð í vetrarhálvuni. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmálanum ímillum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Fasti arbeiðsstaðurin er á Maskinmiðstøðini í Kollafirði, men arbeiðsøkið fevnir um alt økið hjá Virkisdeildini.
Umsóknir
Umsókn og lívsrensl (cv) kunnu sendast okkum, við at trýsta her og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. august 2023.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Allan Magnussen, leiðara fyri maskinumsitingini, tlf. 290 725 ella á teldupost alma@lv.fo.